Kommunurnar brúktu 28.800 kr. til hvønn íbúgva

Í 2010 høvdu kommunurnar tilsamans eitt avlop uppá 28 milliónir kr. Tær fingu smáar 1,5 milliardir kr. inn í skatti, raksturin var 1,4 millardir kr. og renturnar 44 milliónir kr.

Fyri hvønn íbúgva var nýtslan til rakstur og íløgur 28.750 kr. og 900 kr. fóru til rentur. Skatturin var yvir 30.000 kr fyri hvønn íbúgva.

class=image-580px-breidd

Verður hugt nærri eftir rakstar- og løguútreiðslunum, sæst at familju- og barnaøkið fer við 28% av útreiðslunum, meðan skúli o.o. undirvísing fer við 21%. Hetta er helvtin av útreiðslunum hjá kommununum. Tað er serliga barnaansingin, sum er stór, men eisini ný- og umbygging av skúlum ger, at útreiðslurnar til skúla og aðra undirvísing vóru høgar í 2010. Tilsamans fóru yvir 14.000 kr fyri hvønn íbúgva til hesi bæði høvuðsøki.

Innan hini økini sveiggja útreiðslur fyri hvønn íbúgva úr 1.000 kr upp í 3.000 kr. Tað eru t.d. útreiðslur til fyristing, frítíð og mentan, vinnumál og samferðslu. Í 2010 sást ikki tað stóra til útbyggingar innan eldraøkið, har kommunurnar brúktu 50 milliónir kr., og er tað 4% av samlaðu útreiðslunum. Hinvegin, so økjast útbyggingirnar rættiliga í 2011 og fram. Væntast kann tí, at broyting verður í útreiðslubýtinum komandi árini.

class=image-580px-breidd

Tvær kommunur brúktu yvir 40.000 kr fyri hvønn íbúgva, meðan fýra kommunur brúktu undir 20.000 kr. Sjálvt um tað at síggja til er stórur munur, so er frágreiðingin, at nakrar kommunur gera íløgur og dagføringar, meðan aðrar kommunur halda aftur í løtuni, antin tí tær hava dagført tænasturnar, ella tí tær spara upp til at fremja dagføringar seinni.

class=image-580px-breidd

Í Hagtalsgrunninum á www.hagstova.fo eru fleiri upplýsingar, m.a. um skattainntøkurnar hjá einstøku kommununum, um rentur, fíggjarogn, bruttoskuld og um hvussu stór nettoskuldin var, bæði roknað í 1000 kr. og í kr. fyri hvønn íbúgva.