Samstarv um ferðavinnuhagtøl

Hagstovan og Ferðaráð Føroya hava gjørt avtalu um ferðafólkahagtøl. Tað hevur í fleiri ár verið ein trupulleiki fyri Ferðaráðið, at ongi neyv hagtøl hava verið um ferðafólk. Hetta hevur gjørt tað torført at meta um, hvat íkast ferðavinnan gevur búskapinum og at meta um, í hvønn mun marknaðarføringsátøkini hjá ferðavinnnuni í Føroyum geva neyðugu úrslitini.

Eftir nýggju samstarvsavtaluni fer Hagstovan at savna inn hagtøl um gistingina kring landið. Hagstovan hevur heimild at savna inn hagtølini við lóg um virksemi hjá Hagstovuni. Hendan skipan byrjar 1. januar 2013. Øll gistingarhús, kampingpláss og aðrir útleigarar skulu lata hagtøl inn til Hagstovuna um tal av vitjandi, hvørjum landi tey búgva í og og hvussu leingi tey gista. Við hesum upplýsingum fer at bera til at fylgja neyvt við, hvaðani ferðafólkini, sum gista í Føroyum, koma frá og ikki minst, at fylgja við hvussu ferðavinnan broytist frá ári til árs.

Arbeitt verður í løtuni við at greina, hvussu gistingarupplýsingarnar skulu latast inn til Hagstovuna.

Aftrat gistingarhagtølunum skulu haraftrat gerast meira umfatandi ferðavinnulýsingar, sum m.a. fara at geva hagtøl fyri sølu og virðisøking (íkast til BTÚ) fyri føroyska samfelagið.

Guðrið Højgaard, stjóri á Ferðaráðnum fegnast um, at arbeiðið við at savna inn hagtøl fyri ferðavinnuna nú kemur í eina fasta legu “Tað hevur sera stóran týdning fyri okkara arbeiði, serliga á marknaðarføringsøkinum, at hava vitan um ferðafólkini, hvaðan tey koma frá, hvussu tey gista, osv. Hetta er ein fortreyt fyri, at vit kunnu arbeiða miðvíst við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál.”

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:Hermann Oskarsson á fartlf: 22 50 38Guðrið Højgaard á farltf: 55 61 35