Fólkatalið minkaði við 83 fólkum í 2012

Fólkatalið 1. januar 2013 var 48.204, ið er 83 fólk færri enn 1. januar 2012.

  • Í 2012 vórðu 616 børn fødd og 406 fólk doyðu. Burðaravlopið var sostatt 210.
  • 1.591 fólk fluttu av landinum, og 1.298 fluttu til Føroya. Hetta gav eina nettoflyting av landinum upp á 293 fólk.

2012 var fjórða árið á rað har fólkatalið í Føroyum minkaði. Seinastu fýra árini er fólkatalið minkað við 436 fólkum. Í 2009 minkaði fólkatalið við 119 fólkum, í 2010 við 35 fólkum, í 2011 við 199 fólkum og í 2012 við 83 fólkum. Minkingin seinastu fýra árini er tó lítið at tosa um, samanborið við kreppuárini í hálvfemsunum. Tey seks kreppuárini 1990 – 1995, minkaði fólkatalið samanlagt við 4.442 fólkum. Bert í 1995 minkaði fólkatalið við 1.619 fólkum.

Eingi tekin eru í løtuni um, at gongdin fer at venda, og vit fáa fólkavøkstur aftur. Hinvegin er heldur eingin ábending um, at landið verður avfólkað í bræði. Tað er tó mest líkt til, at vit eisini fækka næstu árini soleiðis sum arbeiðsloysið sær út í løtuni og sum fólkasamansetingin sær út til at hátta sær í framtiðini. 

class=image-580px-breidd

Konufólk í burðarførum aldri (15 – 49 ár)

Talið á konufólki í burðarførum aldri (15 – 49 ár) er minkandi. Talið á gentum yngri enn 15 ár er eisini minkandi. Hettar setur spurningin um, hvussu verður við burðartalinum í framtíðini. Rímiligasta svarið er, at talið á nýføðingum fer at minka næstu árini, um ikki konufólkini, ið eftir eru í Føroyum, fáa fleiri børn.

Talið á konufólki í burðarførum aldri datt niður um tíggjutúsund undir kreppuni í hálvfemsunum. Nú er talið aftur dottið niður um tíggjutúsund, uttan at vit eru í eini kreppustøðu ið líknar kreppuni í hálvfemsunum.Orsøkin til hesa minking í talinum á konufólki í burðarførum aldri, eru smærri árgangir yngri enn fimtan ár og størri árgangir ið detta út í hinum endanum sum hálvtrýss ára gamlar. 

class=image-580px-breidd

Fólkatalið í kommununum 2012

Talvan niðanfyri vísir broytingarnar í fólkatalinum, býtt á kommunur. Fólkatalið minkaði í 15 kommunum og vaks ella stóð í stað í 15 kommunum.

  • Størsti vøksturin var í Tvøroyrar Kommunu. Har fluttu 60 fólk fleiri til enn tað fluttu úr. Burðaravlopið var null.
  • Størsta minkingin í fólkatalinum, 57 fólk, var í Vestmanna Kommunu. Minkingin var øll nettofráflyting, tí burðaravlopið var null. Lutfalsliga størsta minkingin, 6,2 prosent var í Skálavíkar Kommunu.

class=image-580px-breidd

Fólkatalið í oyggjunum 2012

Næsta talvan vísir broytingar í fólkatalinum, býtt á oyggjar.

Fólkatalið vaks í seks oyggjum, mest í Suðuroy við 26 fólkum og minkaði í hinum oyggjunum. Mest í Eysturoy, har tey blivu 50 fólk færri enn í 2011. Lutfalsliga var størsta minkingin í Hesti og í Nólsoy. 

class=image-580px-breidd

 Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna íhagtalsgrunninum