Fólkatalið øktist við 148 fólkum í 2013

31. desember 2013 var fólkatalið 48.308. Í 2013 var burðaravlopið 265 og nettoflytingin -117. Fólkatalið vaks sostatt við 148 fólkum.

Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum við 233 fólkum. Í Norðoyggjum vaks fólkatalið við 15 fólkum, í Vágum við 8 fólkum og í Suðuroy við 7 fólkum. Í hinum trimum økjunum minkaði fólkatalið við samanlagt við 115 fólkum.

Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið í 2013 var meira enn tvær ferðir so stórt sum nettoflytingin av landinum. Sí talvurnar niðanfyri.

class=image-580px-breidd

Fólkavøkstur var bert í fimm av oyggjunum: Fugloy, Borðoy, Streymoy, Vágum og Suðuroy. Størsta minkingin var í Eysturoy, Sandoy og Viðoy.

class=image-580px-breidd

Verður hugt at kommunum, sæst, at fólkatalið minkaði í fimtan og vaks í tólv. Størsta minkingin, 83 fólk samanlagt, var í teimum trimum kommununum kring Skálafjørðin, Nes, Runavíkar og Sjóar kommunum. Kommunurnar, ið hava størstan fólkavøkstur í tali, eru Tórshavnar, Vestmanna, Klaksvíkar og Tvøroyrar kommunur.

class=image-580px-breidd

Fleiri íbúgvahagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum