Fólkatalið øktist við 325 fólkum í undanfarna tólvmánaðarskeiði

31. juli 2014 var fólkatalið 48.723. Í tólvmánaðarskeiðinum frá 1. august 2013 til 31. juli 2014 var burðaravlopið 261, og nettoflytingin til Føroyar var 64 fólk. Fólkatalið vaks sostatt við 325 fólkum.

Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum við 228 fólkum, men Streymoyar sýsla annars minkaði við 47 fólkum (her er størsta minkingin í Kollafirði við 28 fólkum og Hósvík við 24 fólkum).          

Samanumtikið kann sigast, at fólkatalið vaks í øllum sýslum uttan Sandoyar Sýslu, og at størsti vøksturin, 185 fólk, var í Streymoyar sýslu. Sandoyar Sýsla minkaði við tíggju fólkum.

Orsøkin til fólkavøksturin er umframt burðaravlopið, at  í tólvmánaðarskeiðinum 1. august 2013 til 31. juli 2014 var ein nettoflyting til Føroyar uppá 64 fólk. Sí talvurnar niðanfyri.
 

Fólkavøkstur var í sjey av oyggjunum: Borðoynni, Eysturoynni, Streymoynni, Vágum, í Hesti, Stóru Dímun og Suðuroynni. Størsta minkingin, 11 fólk var í Sandoy.

Verður hugt at kommunum, sæst, at fólkatalið vaks í 15 kommunum, minkaði í 14 og stóð í stað í einari kommunum. Størsta minkingin, 14 fólk, var í Porkeris kommunu.

Kommunurnar, ið hava størsta fólkavøkstur í tali, eru Tórshavnar, Eystur , Vágs, Vestmanna og Klaksvíkar kommunur.
 

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum