Lønargjaldingarnar øktar alt árið

Triðja ársfjórðing vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 1,9 milliard kr. Tað eru 25 milliónir meira enn í øðrum ársfjórðingi. Framgongdin er 1,3%. Tað hevur verið framgongd í øllum ársfjórðingum í ár. Í fyrsta ársfjórðini var framgongdin lítil, bert 0,2%, men bæði øðrum og triðja ársfjórðingi hevur framgongdin verði trivalig, ávíkavist 2,4 og 1,3%.


Byggivinnan vaksin næstan 12%
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið  við sama tíðarskeið árini frammanundan.
Fyrstu tríggjar ársfjórðingar í 2014 vóru útgoldnar 5.543 milliónir í lønum, tað eru 244 milliónir fleiri enn sama tíðarskeið í 2013. Framgongdin er 4,6%.
Í byggivinnuni eru higartil í ár útgoldnar 684 milliónir, tað er 72 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, framgongdin er 11,8%.
Í fiski- og alivinnuni og í privatu tænastuvinnunum er framgongdin um 5%, meðan tað innan almennar tænastur er eini framgongd upp á 2%
 

Fiskiskapur afturgongd í triðja ársfjórðingi
Verða teir tríggir ársfjóðringarnir í ár samanbornir við ársfjórðingarnar í fjør, sæst, at bæði í 2013 og 2014 vórðu útgoldnar um 160 milliónir í hýru fyrsta ársfjórðing. Í  øðrum ársfjórðingi í 2014 var munandi meira útgoldið. Framgongdin fyrra hálvár i ár var 8%.
Í triðja ársfjórðingi í ár hava hýrurnar ikki hilnast so væl, sum  triðja ársfjórðing í fjør. Í ár eru 11 milliónir færri útgoldnar. Góða framgongdin fyrra hálvár er tódnað úr 8% niður í 2,5%.
Ein av orsøkunum til afturgongdina í triðja ársfjórðingi er, at munandi minni er fiskað av makreli og sild higartil í ár. Orsøkin er helst, at veiðan er flutt til seinni í heyst.

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
 

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.