Tórshavnarøkið er stóra magnetin í pendlingini millum bústað og arbeiðspláss ella skúla

Næstan helvtin – 46% - av øllum føroyingum yvir 14 ár pendla, t.v.s. ferðast millum bústaðin í heimbygdini ella býnum og arbeiðsplássið ella skúlan í aðrari bygd ella øðrum býi. Millum høvuðsøkini í landinum er tað Tórshavnarøkið, ið skilir seg heilt burturúr. Tað er einasta økið í landinum, har nógv fleiri pendla til enn frá.

Síður