Avreiðingarnar enn á lágum støði

Avreiðingarnøgdin og avreiðingarvirðið  hevur verið støðugt fallandi seinastu nógvu árini. Góð fiskiár vóru árini 2003-2007. I miðal var nøgdin tilsamans góð 130 túsund tons árini 2003-2007. Síðan 2007 hevur veiðan av feskfiski, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið niðan fyri 100 túsund tons. Í fjør vórðu avreidd einans 68 túsund tons. Leitast skal aftur til kreppuárini fyrst í 1990´unum fyri at finna samanberandi tøl.

Gongdin í avreiðingarvirðinum fylgir ikki altíð gongdini í veiðunøgdunum neyvt, sum sæst á myndini niðanfyri. Fyri virðið eru fiskaprísirnir eisini avgerandi. Avreiðingarvirðið er eisini nógv fallið seinastu árini. Úr 1,2 milliardum í 2006-07 niður í góðar 660 milliónir í fjør. Við tí var virðið í fjør áleið til helvtar av virðinum árini 2000-2003 tá avreiðingarvirðið var omanfyri 1,2 milliardir kr.

Í talvuni niðanfyri síggjast avreiðingarnar í nøgd og virði av einstøku fiskasløgunum í 2013 og 2014.


Upsa-, toska- og hýsuveiðan í fjør samanborin við undanfarin ár
Minni av upsa varð avreitt í 2014 – góð 2.500 tons sum er 10% minni enn í 2013.

Meðan toska- og hýsunøgdin hevur verið lág seinastu nógvu árini, hevur upsafiskiskapurin roynst betri. Men seinastu 4 árini hevur nøgdin av upsa eisini verið nógv fallandi, niður í 22 túsund tons í fjør. Til samanberingar vóru í miðal árini 2005-2010 góð 53 túsund tons av upsa avreidd.

Av toski varð avreitt áleið tað sama í 2014 sum í 2013. Havast skal í huga, at toskurin, sum hevur verið veiddur á Flemish Cap síðani 2013, er við í tølunum. Kvotan á Flemish Cap í 2014 var góð 3.200 tons.

Nøgdin av toski hevur verið støðugt lág seinastu 8 árini  - í miðal um 10 túsund tons. Tey smáu 10.000 tonsini, sum vórðu avreidd í fjør, er lítið samanborið við árini 1996 til 2005 - tá varð avreitt tvífalt og trífalt meir av toski enn tað, vit hava sæð seinastu árini.

Hýsunøgdin í 2014 varð tann sama sum í 2013, og er enn lág. Í fjør vórðu bert avreidd góð 3.000 tons, samanborið við um 20.000 tons í miðal árini 2001-2007.


Onnur fiskasløg størri týdning seinnu árini
Nú nøgdirnar á toski, hýsu og upsa er á lágum støði, eru tað onnur fiskasløg, sum hava fingið størri týdning. Fyrra myndin niðanfyri vísir avreiddu nøgdirnar av longu og brosmu, og tann seinna vísir avreiðingarnar av gulllaksi. Nøgdirnar á hesum fiskasløgum eru støðugt vaksnar seinastu árini.

Í 2002 var avreidda nøgdin á longu góð 2.000 tons – í fjør var hon oman fyri 6.000 tons. Nøgdin á brosmu vaks eisini árini 2003 til 2010 frá góðum 2.000 túsund tonsum til smá 5.000 tons. Men so fall nøgdin á brosmu nógv í 2013 og 2014  -  heilt niður á botnstøðið fyri góðum tíggju árum síðani.

Gulllaksurin hevur eisini fingið størri týdning seinnu árini. Árini 2000 – 2005 í miðal 5 túsund tons upp í 20 túsund tons árini 2008-2011 fyri síðani at fella nakað aftur. Av samlaða avreiðingarvirðinum á 661 milliónum í 2014 var parturin hjá hesum trimum fiskasløgum tilsamans 144 milliónir, sum er áleið tað sama sum virðið á øllum toskinum.
 

 

Hvat fevna avreiðingar um?
Avreiðingar kalla vit alt tað, sum verður skrásett um avreiðingarskipanina. Hetta verður eisini umrøtt sum feskfiskaveiðan. Í avreiðingunum eru allar landingar hjá føroyskum skipum, undantikið veiðan eftir uppsjóvarfiski og veiðan hjá føroysku verksmiðjuskipunum. Avreiðingarnar verða uppgjørdar sum landað vekt, t.e. sløgd vekt. Innvølir eru ikki við, tá fiskurin er kruvdur umborð, eins og høvd ikki eru við, um fiskurin verður heysaður umborð.

Hagtølini um avreiðingar fyri árini 1993-2014 eru nú tøk í  hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.