Demografiska umbroytingin í Føroyum – frá síðst í 18. øld inn í 21. øld

Fram til síðstu helvt av 18. øld var fólkatalið støðugt í flestu londum á okkara leiðum og í Europa sum heild. Hóast høgan føðitíttleika (fødd pr. 1000 íbúgvar) stóð fólkatalið mest sum í stað, lutvíst av tí at deyðatíttleikin (deyð pr. 1000 íbúgvar) vanliga var nærum líka høgur, og lutvíst av, at tað lítla burðaravlopið, sum var, so dánt vigaði upp móti stóru missunum, sum við millumbilum stóðust av afturvendandi umfarssóttum, misvøkstri við hungursneyð og kríggjum.

Síðani, frá síðst í 18. øld, henda stórar broytingar bæði í føðitíttleika og deyðatíttleika, sum kollvelta demografisku gongdina víða um, við stórum fólkavøkstri og víðfevndum broytingum í fólkasamansetingini og búsetingarháttunum. Tá henda gongdin hæsar av síðst í 20. øld, er fólkatalið fleirfaldað, 5 til 10 ferðir. So kemur stígur í, fólkatalið verður støðugt ella enntá spakuliga minkandi summa staðni. Men nú er orsøkin hvørki kríggj, hungursneyð ella umfarssóttir, men at eins og deyðatíttleikin er fallin, er føðitíttleikin eisini og nógvastaðni niður um deyðatíttleikan. 

At fólkatalið í nøkrum av hesum londum kortini heldur sær ella veksur spakuliga, kann koma av øðrum orsøkum, nevnliga stórum fólkaflytingum, ið serliga ganga frá meira fátækum og ófriðarligum londum til tey ríkari londini í vesturheiminum.

Samfelagsskipanarlig og demografisk umbroyting
Av tí at tað er eitt rættiliga reglubundið mynstur í hesi gongdini frá síðst í 18. øld til síðst í 20. øld, hevur hon eitt serligt heiti í demografiini og verður nevnd demografiska transitiónin ella umbroytingin. Hon er sermerkt fyri gongdina í flestu londum í Europa og síðani vesturheiminum sum heild.
 

Aftanfyri liggur framvøksturin av eini nýggjari samfelagsskipan, har feudalir ognar-, framleiðslu- og siðmenningarhættir dvína fyri ídnaðarligari, tøkniligari, vísindaligari og frælsari menning, sohvørt tær gomlu samfelagsstættirnar av jarðeigarum og lívbundnum ognarleysum verða trokaðir til viks av framfýsnum borgarskapi og eini skjóttveksandi fjøld av fríum verkafólkum.
Hesin ástøðiligi myndil av demografisku umbroytingini varð upprunaliga orðaður av Warren Thompson í 1929, og var tá bara í 4 stigum. Í 1947 legði C.P. Blacker úrslitini av síni gransking av demografisku transitiónini fram í greinini “Stages in Population Growth”, og hevði hann ment myndilin og útbygt hann við einum 5. stigi, fyri at kunna fevna um tær broytingar, sum vóru at síggja í demografisku gongdini í Mið- og Norðureuropa. Hóast myndilin síðani er mentur og fjøltáttaður uppaftur meir, stendur Blacker´s-myndilin enn sum tann klassiska lýsingin av demografisku umbroytingini.

Myndilin frammanfyri lýsir gongdina í demografisku umbroytingini í 5 høvuðsskeiðum:

  • 1. Fyrsta stig er eyðkent við høgum føðitíttleika eins og deyðatíttleika. Fólkavøksturin er lítil. Feudal samfelagsskipan. Lívsgrundarlagið er tað sum jørðin gevur av sær. Men úrtøkan er svikalig, og hungursneyð er afturvendandi, eins og umfarssóttir. Tí eru stór lop í deyðatíttleikanum, sum er størstur hjá smábørnum.
  • 2. Annað stig er eyðkent við, at føðitíttleikin framvegis er høgur, men deyðatíttleikin er nú fallandi. Gongd kemur á fólkavøksturin. Føðslugrundarlagið verður betri við meira munagóðum framleiðsluháttum í landbúnaðinum, vøkstri í handverki, handli og byrjandi ídnaði. Við øktari upplýsing fylgir útbreiðslan av grundleggjandi kunnleika um reinføri, føðslu og sjúkuelvandi viðurskifti eins og almennar fyriskipanir um fólkaheilsu og fyribyrging. Hetta viðførir serliga minkandi smábarnadeyða og økir um lívslongdina.
  • 3. Triðja stig er eyðkent við, at umframt áhaldandi fall í deyðatíttleikanum, er nú eisini føðitíttleikin fallandi. Við minkandi barnadeyðanum er ikki longur sami tørvur at føða eins nógv børn sum áður, til tess at tryggja grundarlagið hjá familjuni. Býargerðin økist við stórari fólkaflyting úr landbúnaðinum til býirnar, har ein ídnaðarlig kollvelting fer fram. Almennur skúlaskapur verður skipaður. Barnaarbeiðið verður bannað. Arbeiðsmarknaðurin verður skipaður. Kvinnurnar fáa størri leiklut í almenna samfelagnum.
  • 4. Fjórða stig: bæði fallið í deyðatíttleika og føðitíttleika steðga á, so bæði leggja seg nakað javnt á einum lágum støði. Fólkavøksturin minkar niður móti eini støðugari javnvág. Livikorini eru nógv batnað við góðum heilsu- og almannaviðurskiftum. Familjumynstrið er broytt til smáar kjarnufamiljur. P-pillarin skapar grundarlag fyri neyvari familjuplanlegging. Kvinnurnar eru komnar út á arbeiðsmarknaðin og verða fíggjarliga óheftar.
  • 5. Fimta stig: Síðani síðst í 20. øld hava nógv av londunum fingið eina sonevnda gamla fólkafjøld, har parturin av eldri og gomlum er tann mest skjóttveksandi parturin av fólkatalinum. Tað ger av sær sjálvum, at deyðatíttleikin fer at veksa, og tá føðitíttleikin framvegis minkar, hevur deyðatíttleikin lyndi til at fara upp um føðitíttleikan, so at fólkatalið nú verður minkandi. Samstundis hendir ein vinnulig og búskaparlig transitión, har londini flyta seg úr ídnaðarsamfelag til tænastu- og vitanarsamfelag. Hetta ger seg m.a. galdandi fyri tey mest framkomnu londini í vesturheiminum.

Tey 5 stigini í demografisku umbroytingini kunnu lutvíst síggjast sum eitt amboð til at lýsa søguligu demografisku gongdina í okkara parti av heiminum, frá tí feudala bóndasamfelagnum umvegis ídnaðar- og býargerð til tænastu- og vitanarsamfelag og altjóðagerð. Men myndilin kann eisini brúkast at lýsa tað menningarstigið, sum ymisk lond í ymsum heimspørtum eru á, og hvussu tey flyta seg upp gjøgnum hesi stigini.


Ymiskar fólkapyramidur gjøgnum demografisku umbroytingina
Samstundis sum demografiska gongdin broytist við føði- og deyðatíttleikanum, broytist eisini aldurssamansetingin í fólkafjøldini. Hetta sæst aftur í sokallaðu fólkapyramidunum, sum eru eyðkendar fyri ymisku stigini í demografisku umbroytingini.

Grafisku myndirnar niðanfyri vísa, hvussu fólkapyramidan sær út í Føroyum, tvs. hvussu aldurssamansetingin og kynsbýtið er í fólkinum, á fýra ymiskum stigum í demografisku umbroytingini.


Føroyar 1801: Hetta er í byrjanini av demografisku umbroytingini. Lítil munur er á føðitíttleika og deyðatíttleika. Pyramidan er tí rættiliga jøvn uppeftir, sum tekin um heldur støðuga aldurssamanseting og lítlan fólkavøkstur. Tó sæst í bótninum við teim yngstu ættarliðunum, at broytingar eru á veg.

Føroyar 1901: Nú eru vit á øðrum stigi í demografisku umbroytingini, har føðitíttleikin er støðugt hækkandi og deyðatíttleikin fallandi. Tí hevur fólkapyramidan nú eitt heilt annað skap, við sera breiðum botni og smalkar skjótt uppeftir, sum tekin um unga aldurssamanseting og stóran fólkavøkstur.

Føroyar 1977:  Á triðja stigið í demografisku umbroytingini hevur nú í Føroyum í eini fimti ár (við undantak av 1940-unum, tvs. undir 2. heimsbardaga og fyrstu árunum aftaná) verið støðugt fall í føðitíttleikanum, so pyramidan sum heild aftur er smalkað. Av tí at eisini deyðatíttleikin eisini framvegis er fallandi, er enn munandi fólkavøkstur. Í botninum, har tann yngsti aldursbólkurin nú ikki er størri enn tann eldri beint omanfyri, eru tó tekin um, at broytingar eru á veg, har fólkasamansetingin aftur fer at gerast eldri.

Fólkapyramidan fyri 1977 avdúkar, at nú hevur ein triðji táttur, umframt føði- og deyðatíttleika, stóra ávirkan á fólkasamansetingina, bæði viðv. aldri og kyni. Í fólkapyramiduni fyri 1977 eru nevnliga sjónsk spor eftir tíðarskeið við stórari fráflyting, bæði kreppuni fyrru helvt í 50-unum (sæst aftur í minkaða aldursbólkinum 41-50 ár), og í 60-unum, har serliga nógvar ungar kvinnur fluttu av landinum (sæst í kvinnuundirskotinum í aldursbólkunum 21-40 ár).

Føroyar 2014: Føroyar eru nú á fjórða stigi men enn ikki á veg inn á fimta stigið í demografisku umbroytingini, har fólkapyramidan nú hevur fingið heilt annað skap, smøl heilt frá botni av og smalkar onki fyrr enn uppi í seksti-sjeyti ára aldri. Nú er talan um heldur gamla fólkasamanseting, sum kemur av, at deyðatíttleikin ikki longur fellur men heldur veksur (av teirri einfaldu grund, at tey gomlu eru lutfalsliga fleiri), og at føðitíttleikin framvegis er fallandi. So nú er ikki so stórur munur longur á føði- og deyðatíttleika og burðaravlopið tí lítið.

Heraftrat kemur so ein ógvislig ávirkan frá kreppuni fyrru helvt í 90-unum við stórari fráflyting. Stóra minkingin av kvinnum í mest burðarføru aldrunum er aftur orsøkin, til at botnurin í fólkapyramiduni nú er smalari enn nakrantíð. Hetta fer so sjálvsagt eisini smalkandi avleiðingar upp gjøgnum pyramiduna tey komandi áratíggjuni, so fólkasamansetingin gerst alsamt eldri.
Ein broyting av hesi gongdini og møguleikin fyri nýggjum fólkavøkstri, er nú meir ein spurningur um til- og fráflyting, enn um gongdina í føði- og deyðatíttleikanum.

Merkisverd demografisk gongd í Føroyum
Tá vit samanbera demografiska gongdina í Føroyum við gongdina í okkara grannalondum eini 200-300 ár aftureftir, er tann mest sjónligi og áhugaverdi munurin tann sera ymiska gongdin í føði- og deyðatíttleikanum.

Á myndini niðanfyri sæst gongdin í Føroyum og øðrum Norðanlondum frá 1720 fram til 1830.
 

Hóast íslendsku tølini tykist at skilja seg mest burturúr við ógvisligum sveiggjum, so sveiggja tey tó rundan um ella nakað oman fyri skandinaviska miðaltalið. Tað er hinvegin ein sera stórur og avgjørdur munur á gongdini í Føroyum og hinum londunum, bæði tá tað snýr seg um  deyðatíttleika og um føðitíttleika í hesum 100-ára tíðarskeiði:

  • Tað er merkisvert, at føroyski deyðatíttleikin liggur langt niðanfyri deyðatíttleikan í hinum norðanlondunum, ikki bara eitt sindur niðanfyri, men heili 30-40% niðanfyri.
  • Somuleiðis føroyski føðitíttleikin, ið liggur langt niðan fyri føðitíttleikan í hinum norðanlondunum, heili 30-50% niðanfyri.

Taka vit bæði deyða- og føðitíttleikan inn í somu mynd sum niðanfyri, og samanbera Føroyar við tey trý skandinavisku londini, sæst enn týðiligari, hvussu nógv ið gongdin í Føroyum víkir frá. Eitt er, at føroysku tølini liggja langt niðanfyri, men samstundis er so lítil munur á føroyska føði- og deyðatíttleikanum, at lítil og ongin fólkavøkstur er, fyrr enn komið er út í 19. øld. Hinvegin hava skandinavisku londini ein javnan fólkavøkstur hetta tíðarskeiðið, av tí at føðitíttleikin javnt liggur nakað oman fyri deyðatíttleikan.
 


Lágt føðital við miðaldar familjuplanlegging og avmarkaðum framleiðslugrundarlagi
Munurin í gongdini millum Føroyar og hini Norðanlondini er so stórur og avgjørdur, og fyri eitt so langt tíðarskeið, at serligar samfelagsbygnaðarligar orsøkir mugu vera fyri tí. Hví er føroyski føðitíttleikin so langt niðan fyri norðurlendska miðaltalið? Nakað greitt svar hava vit ikki. Men hóast hetta ikki er viðgjørt sum sjálvstøðugt evni í søguligari kanning, ber kortini til at gera sær nakrar hugsanir um tað.

Tað kann m.a. gerast við støði í lýsingini av gamla føroyska bóndasamfelagnum í greinini, sum er knýtt at hesari, nevnliga “Um lívsgrundarlagið í gamlari tíð”. Heilt fram móti 19. øld var samfelagsliga berievnið avmarkað framleiðsluliga og haraftrat so veikt, at við skiftandi veðurlags- og gróðrarlíkindum var tilverugrundarlagið svikaligt.

Samfelagsbygnaðurin læsti stættir og einstaklingar fastar í tí gamla bóndasamfelagnum. Dømi um hetta er sonevnda “trælalógin”, sum gekk heilt aftur til ásetingar í Seyðabrævinum frá 1298, sum skuldi forða ognarleysum at seta búgv, og sum enntá varð herd so seint sum í 1777. Endamálið var at tryggja bóndagørðunum bíliga arbeiðsmegi, og forða teimum at stovna familju og egið húsarhald. Bátsbandið var ein skipan av sama slag, sum bant tey ognarleysu at gørðunum.

Hesin miðaldarligi familjuplanleggingarpolitikkurin hjá ráðandi bóndastættini, ið hevur sítt støði í einum avmarkaðum og svikaligum framleiðslugrundarlagi, kann síggjast sum ein miðvísur barna¬avmarkingarpolitikkur og er óivað ein høvuðsorsøk til, at føðitíttleikin í Føroyum var so merkisvert lágur, heilt fram til byrjanina av 1800-talinum. Tá eru rembingar komnar í stirnaða bóndasamfelagið, og nýtt vinnugrundarlag og nýggir samfelagsstættir skapa grundarlag fyri framleiðslu av avlopi til vøkstur í fólkatalinum og samfelagsliga menning.


Lágt deyðatal við patriarkalskari sosialskipan og spjaddari búseting
Eitt er føðitíttleikin. Men hvussu ber tað til, at eisini føroyski deyðatíttleikin hetta langa tíðarskeiðið hevur ligið so langt niðan fyri deyðatíttleikan í øðrum norðanlondum?

Heldur ikki hetta hevur verið sjálvstøðugt søguligt kanningarevnið, og tí er ongin frágreiðing at vísa til. Men her ber eisini til at gera sær nakrar hugsanir, m.a. við støði í somu samfelagslýsing, sum víst varð til, í greinini “Um lívsgrundarlagið í gamlari tíð” og haraftrat í hini greinini, sum eisini er knýtt at hesari, nevnliga: “Heilsuviðurskifti fyrr í tíðini - av týdningi fyri demografisku umbroytingina í Føroyum”.

Ein partur av frágreiðingini kann møguliga finnast í sama samfelagsbygnaði, sum frammanfyri er lýstur sum tað gamla, fastlæsta bóndasamfelagið, ið helt føðitalinum niðri – men sum hinumegin eisini var ein samfelagsskipan, ið veitti trygd fyri lívsuppihaldinum, ikki bara hjá bóndastættini men eisini teim ognarleysu, ið vóru bundin at gørðunum. Á sama hátt sum henda patriarkalska sosiala skipanin forðaði ognarleysum at seta búgv og skapa sær eitt lív, var hon tó eisini ein trygd fyri teirra lívsuppihaldi á gørðunum. Bøndurnir høvdu brúk fyri fríu nýtluni av teirra arbeiðsmegi, og tí eisini fyri, at hava tey búgvandi á gørðunum, og at teirra arbeiðsevni vórðu hildin viðlíka við tí, sum kravdist. At tey ognarleysu á henda hátt høvdu tak yvir høvdið, mat og klæðir, hevur helst gjørt at livikorini hava verið so fræg, at tað hevur hildið deyðatíttleikanum niðri.

Harumframt hevur fjarstadda og avbyrgda støða Føroya, eins og serstaka búsetingarmynstrið við smáum, spjaddum bygdum og avmarkaðum sínámillum sambandi, vart fólkið ímóti nógvum farsóttum, sum meira regluliga herjaðu í øðrum býargjørdum samfeløgum. Hetta høvdu fleiri av landslæknunum víst á (sum nevnt í greinini um heilsusøguna), og eisini tann seinni so viðgitni Panum. Hann helt, at hetta var ein høvuðsgrund til, at deyðatíttleikin var munandi lægri og miðallivialdurin munandi hægri enn í Danmark, vísandi til “Færøernes fuldstændige eller partielle fritagelse for en mængde især smitsomme sygdomme, som decimere andre landes befolkninger” (cit. í Guttesen 1996, 17). Tað sera avmarkaða sambandið við útheimin verður nevnt sum ein orsøk til, at smittandi farsóttir vóru sjáldnari her enn aðrastaðni langt inn í 19. øld. Hetta verður sagt, hóast pokurnar gingu mitt í 17. og tíðliga í 18. øld, krímsjúkur og landfarsótt (tyfus) av innlendskum uppruna vóru afturvendandi, og meslingar herjaðu serliga í 1781 og 1846. Men longri var ímillum farsóttirnar og tær fingu ikki somu ávirkan á deyðatalið sum í grannalondunum.

Demografiska umbroytingin í Føroyum víkir frá
Við upplýsingunum um gongdina í føði- og deyðatíttleika frá 1720 til okkara dagar kunnu vit síggja, hvussu demografiska umbroytingin er farin fram í Føroyum. Henda umbroytingin í Føroyum er øðrvísi enn so, sum vit hava lýst tað í tí ástøðiliga myndlinum við teim fimm stigunum í demografisku transitiónini fremst í hesi grein, og sum lýsir almennu demografisku gongdina í flestu londum í okkara parti av heiminum. 

Avgjørdi høvuðsmunurin er í 1. stigi í demografiski umbroytingini, har Føroyar hvørki hava tann høga føðitíttleikan ella deyðatíttleikan, sum annars eyðkennir støðuna á hesum stigi. Í øðrum londum var føðitalið sera høgt, tí undir kørgum samfelagsligum umstøðum við sera høgum deyðatíttleika, var neyðugt at seta nógv børn í verðina, so at nóg nógv kundu koma undan, bæði til at tryggja neyðuga tilgongd av arbeiðsmegi og til at tryggja lívsuppihaldið hjá einstøku familjunum. Í Føroyum var í patriarkalsku sosialu skipanini í gamla bóndasamfelagnum hvørki møguligt (av barnaavmarkingarpolitikkinum) ella neyðugt (av lága deyðatíttleikanum) at seta nógv børn í verðina. Við avmarkaða framleiðslugrundarlagnum var ikki rúm fyri vøkstri, men heldur neyðugt at tryggja eina støðuga javnvág.

Munurin sæst best, um vit við báðum myndunum niðanfyri samanbera gongdina í Føroyum við gongdina í Danmark í sama tíðarskeiði, heilt frá fyrst í 18. øld til okkara dagar.
 

 

Demografiska umbroytingin í Danmark fylgir tí klassiska mynstrinum, sum er samanfatað í teim fimm stigunum í ástøðiliga myndlinum.

  1. Á 1. stigi fram til 1770´ini liggur deyðatíttleikin javnt upp móti 30 ‰ (pr. 1.000 íbúgvar) og føðitítleikin eitt lítið sindur hægri, um 32-33 ‰.
  2. So byrjar 2. stigið í 1770-unum við stórum áhaldandi fallið í deyðatíttleikanum, meðan føðitíttleikin verður liggjandi javnt um 32‰ eitt langt tíðarskeið, heilt fram til síðst í 19. øld. Tað er í hesum tíðarskeiði at størsti fólkavøksturin er.
  3. Frá byrjanini av 20. øld byrjar 3. stigið, við at nú fer eisini føðitíttleikin at falla í stórum gjøgnum alla øldina.
  4. Mitt í 20. øld fer Danmark inn í 4. stigið, við at nú steðgar fallið í deyðatíttleikanum, men av tí at føðitíttleikin framvegis er fallandi, steðgar fólkavøksturin upp.
  5. Frá 1980’unum er komið inn í 5. stigið, har deyðatíttleikin nú er ájavnt og stundum oman fyri føðitíttleikan, so náttúrligi fólkavøksturin nú vendir til fólkaminking. Fólkatalið veksur nú bert við tilflyting uttanífrá.  

Føroyska gongdin er ein onnur:

  1. Her gongur 1. stig fram til byrjanina av 19. øld, og bæði føði- og deyðatíttleiki liggja lágt. At sveiggini eru størri enn í Danmark, kemur av tí sera lítla fólkatalinum (niðan fyri 5.000 fólk).
  2. Annað stig byrjar við 1810-unum, tá rættiligur vøkstur verður í føðitíttleikanum – og fólkatalinum. Deyðatíttleikin, sum vanliga fer at minka á 2. stigi, minkar ikki í Føroyum, tí hann longu frammanundan liggur so lágt. Sum sæst á myndunum liggur føroyski deyðatíttleikin um 15‰ gjøgnum alla 18. og 19. øld, meðan deyðatíttleikin í Danmark ikki kemur so langt niður fyrr enn í byrjanini av 20. øld. 
  3. Føroyar fara líðandi inn í 3. stigið í demografiski umbroytingini, tá deyðatíttleikin fer at falla við aldarskiftið til 20. øld, og føðitíttleikin fer at minka, tó ikki fyrr enn eini 20 ár seinni. Her í 3. stigi frá 1890-unum til 1960-ini er fólkavøksturin tann størsti nakrantíð.
  4. Føroyar fara inn í 4. stigið mitt í 20. øld, um somu tíð sum Danmark, tá deyðatíttleikin ikki minkar longur. Sum eitt lítið frávik í vanligu gongdini við fallandi føðitíttleika gjøgnum 20. øld bæði í Føroyum og í Danmark, sæst ein lítil “fjallatoppur” í føðitíttleikanum í 1940’unum, tá føðitalið veksur aftur undir heimskrígnum og nøkur ár eftir tað. Tað er merkisvert, hvussu nógv myndin líkist í báðum londum frá 1940 til 1960.
  5. Men mótvegis Danmark eru Føroyar enn á 4. stigið, tí hóast føðitíttleikin framvegis er fallandi, so liggur hann tó enn munandi oman fyri deyðatíttleikan, so at vit enn nú fyrst í 21. øld hava ein náttúrligan fólkavøkstur, um enn hann er minkandi.   


Hvat eru útlitini fyri demografisku gongdini?
Spurningurin er, um Føroyar koma at fylgja somu gongd sum í londunum kring okkum, við at demografiska umbroytingin eisini hjá okkum fer inn í eitt 5. stig, har føðitíttleikin fer at falla uppaftur meir, til hann liggur ájavnt ella enntá fer niðurum deyðatíttleikan, so støðug minking verður í fólkatalinum.

Fyri at útgreina spurningin, er neyðugt at skilja millum tann føðitíttleika og deyðatíttleika, vit hava tosað um í allari greinini higartil. Hetta er sonevndur summariskur títtleiki, tvs. roknað sum tal av føddum ella tal av deyðum pr. 1.000 íbúgvar.

Føðitíttleiki kann eisini roknast sum tal av føddum pr. kvinnu í burðarførum aldri. Tvs. hvussu nógv børn føðir ein kvinna í meðal, frá tí hon er 15 ár, til hon verður 45. Tað talið hevur ligið rættiliga javnt um 2,3 – 2,5 í fleiri ár, og er eitt tað hægsta í øllum Europa. Orsøkin til, at tann summariski føðitíttleikin, kortini fellur javnt og samt, er at tað ættarliðið av kvinnum, sum er millum 15 og 45 ár, er ein lutfalsliga minkandi partur av fólkatalinum. Hetta kemur bæði av, at fólkasamansetingin spakuliga verður eldri, og tí at ungu ættarliðini, serliga ungu kvinnuættarliðini, eru minkað av fráflyting. So sjálvt um tær einstøku kvinnurnar eru raskar at eiga børn, so eru tær ein minkandi partur av fólkatalinum. Av øllum hesum fer tí tann summariski føðitíttleikin framvegis at falla.

Somuleiðis er við deyðatíttleikanum. Vit vita, at deyðiligheitin er støðugt minkandi. Sum heild verða fólk eldri og eldri, áðrenn tey doyggja, tvs. at livialdurin longist í hvørjum. Um enn tað er spakuliga, so er tað gongdin, takkað verið betri fólkaheilsu og støðugari framgongd innan læknavísindina. Men hóast hesa gongdina, so hækkar kortini summariski deyðatíttleikin, rætt og slætt tí tey gomlu verða ein støðugt størri partur av fólkatalinum.

Tí er væntandi, at summariski føðitíttleikin framhaldandi fer at minka, eins og summariski deyðatíttleikin fer at hækka. Og tí er væntandi, at eisini Føroyar fara at koma inn í 5. stigið í demografiski umbroytingini, har føðitíttleikin og deyðatíttleiki koma at liggja ájavnt ella enntá umskarast, so burðaravlopið verður negativt, tvs. at náttúrligi fólkavøksturin í staðin verður ein minking.

Tað er í høvuðsheitum bara eitt, sum kann venda gongdini. Tað er spurningurin um, hvussu tað verður við fráflytingini úr Føroyum, tað vil m.a. siga, hvussu tað eydnast at fáa fólk at støðast í Føroyum. Og enn týdningarmiklari er spurningurin um tilflytingina til Føroya. Lutvíst kann hetta snúgva seg um tilflyting av borgarum úr fremmandum londum. Men størsta týdningin hevur afturflytingin av teim ungu, og kanska serliga kvinnunum, sum á hvørjum ári fara úr Føroyum í útbúgvingar- ella øðrum ørindum.

Hvat fer at henda við demografisku gongdini komandi árini, er tí í minni mun ein spurningur um føðitíttleika og deyðatíttleika, men í størstan mun ein spurningurin um, hvussu tað fer at gangast við fráflyting og tilflyting.

 

Keldur:
C. P. Blacker: Stages in population growth,  í Eugenics Review 1947. PubMed Central,                          U.S. National Institutes of Health: http://www.ncbi.nlm.nih.gov/pmc/articles
U.S. Census Bureau: Global Population Composition, Global Population Profile 2002, mars 2004.                          http://www.census.gov/prod/2004pubs/wp-02.pdf
Danmarks Statistik: Fólkateljingar 1801, 1901, 1977.
Bergur í Garði: En historisk demografisk undersøgelse af udviklingen på Færøerne 
                       1720-1831, Københavns Universitet 1984.
Rolf Guttesen: Historisk Befolkningsgeografi, í Topografisk Atlas Færøerne,
                       Det Kgl. Danske Geografiske Selskab, 1996.
Hagstova Føroya: Hagtalsgrunnur, www.hagstova.fo
Warren S. Thompson: Population, í American Journal of Sociology 34(6): 959-975, 1929