Heilsuviðurskifti fyrr í tíðini - av týdningi fyri demografisku umbroytingina í Føroyum

Tá ið roynt verður at hyggja afturum demografisku umbroytingina, sum er farin fram síðstu 200 árini og enn heldur á, er gongdin í heilsuviðurskiftunum ein av teim týðandi tættunum at hava í huga.

Tí er endamálið við hesi grein ikki nøkur roynd at vera ein søgulig lýsing av heilsuviðurskiftunum, men í einum stuttum yvirliti at vísa á nakrar høvuðstættir, sum kunnu hava týdning fyri ta serligu gongdina í demografisku umbroytingini í Føroyum. Henda grein hevur vísindaligu  ritgerðina, “Slóðir úr heilsuverksøguni” eftir Elini Súsannu Jacobsen, sum høvuðskeldu.

Pátrúgv, ivasom heimaráð og vantandi reinføri
Hvussu ítøkiliga var statt við heilsustøðuni hjá fólkinum nøkur hundrað ár aftureftir, vita vit lítið um. Frágreiðingar frá sonevndu kirurgunum frá 17. og 18. øld benda tó á, at fram um læknaliga vitan ráddu pátrúgv og gomul heimaráð av meir og minni ivasamum uppruna um viðurskifti, ið elvdu til sjúku og veikleikar, og um ráð fyri at lekja og fyribyrgja.

Størsti trupulleikin var manglandi reinføri í samband við matgerð, klæðir og húsarhaldið annars, eins og húsaumstøður, har fólk matgjørdu, ótu, svóvu, arbeiddu og hagreiddu seyð og fisk í sama myrka og roykfylta rúmi við opnum eldstaði.

Heilt fram til 19. øld  ber ikki til at tosa um nakað heilsuverk í Føroyum. Almenni leikluturin var stórt sæð at tryggja eitt minstamát av hjálp, tá ið sjúka ella annað hóttafall var. Fyrsti spírin til læknalíknandi virksemi í Føroyum gongur aftur til 1580-árini, tá sonevndur bartskeri varð settur í starv. Bartskerar útintu ymiskar persónligar røktartænastur av heldur handaligum slag. Haraftrat røktu teir ofta onnur størv so sum sýslumenn. So hvørt læknalíknandi tátturin fekk størri týdning, vórðu teir nevndir kirurgar. Frá mitt í 17. øld vóru teir alment løntir av matrikkulskatti.

Høvuðstiltøkini vóru avbyrging
Landskirurgurin hevði skyldu til at veita bæði fátækum og ríkum hjálp eftir tørvi og førimuni. Tó tykist hann ikki at havt nakran serligan leiklut, tá ið farsóttirnar við millumbilum herjaðu landið. Samfelagsliga vóru farsóttirnar meira handfarnar sum politimál, har høvuðstiltøkini vóru at avbyrgja tey sjúku og syrgja fyri at tey ikki komu í matneyð.

Hetta var eisini hugsanin í fyrsta – og longi einasta – almanna- og heilsupolitiska stovninum í Føroyum, nevnliga Argja hospitali. Tað stavaði heilt afturi frá katólsku tíðini og er fyrstu ferð nevnt í 1547 (Jacobsen 2004, 25). Argja hospital hevði til uppgávu at taka sær av neyðstøddum av ymsum slag, og frá 1661 var høvuðsuppgávan at hýsa spitalskum. Eftir at spitalska sjúkan varð bast um 1774, “helt Argja hospital fram sum vistarheim fyri fátæk og avlamin (invalidar)” (Hansen 1996, 20).

Hóast tað smb. frásøgnum mangan var lítil dugur í hesum fyrrnevndu landskirurgum, og teir einsamallir ikki rukku langt út um landið, varð hetta virksemi kortini við til at leggja eitt støði undir “at síggja læknakynstur sum eitt serligt kunnleikaøki, og læknahjálp sum ein rætt, sum tað almenna hevði ábyrgd av” (Jacobsen 2004, 58). So smátt veksur fram ein fatan av, at fólksins heilsa var eitt samfelagsmál, sum tað almenna skal røkja.

Upplýsingartíð og fólkaheilsa
Heilsupolitisku viðurskiftini í Føroyum fylgja eftir gongdini í útheiminum, um nakað seinkað. Síðst í 18. øld veksur áhugin fyri fólkaheilsu. Hetta er í sonevndu Upplýsingartíðini, har eisini “heilsupolitikkurin var ein liður í statsbyggingini og styrking av statsvaldinum... Búskaparfrøðiliga var fólkið roknað sum eitt tilfeingið, ið skuldi fjølgast og røkjast, tí eitt sterkt fólk var ríkdómskelda. Tað var um hetta mundi, at farið var undir at skráseta fólkatalið og fylgja hesi skráseting upp við tiltøkum at virðisøkja hetta ríkidømi bæði til nøgd og góðsku. Upplýsingarrit vórðu skrivað til almúguna um alskyns evni, harímillum við góðum ráðum um, hvat ein kundi gera fyri at røkja heilsuna” (Jacobsen 2004, 10). 

Í hesum tíðarskeiði verður eisini fyrsta fólkateljingin í Føroyum hildin í 1769. Viðvíkjandi upplýsingarritum nytta tey lítið, um fólkið ikki dugir at lesa. Tí er tað av alstórum týdningi fyri fólkaupplýsingina, at frá fyrst í 19. øld verða skúlar settir á stovn um landið, og at um miðjan 19. øld verður undirvísingarskylda ásett og álagt lokalu myndugleikunum at skipa fyri undirvísing. 

Fyrstu heilsulógirnar og sjúkrahús
Síðst í 18. øld verða í Danmark kirurgar settir í starv út um alt landið. Í 1780-unum kemur fyrsta farsóttarlógin í ríkinum. Umframt nógvar aðrar heilsulógir verður
um aldarskiftið Det kgl. Sundhedskollegium stovnað sum ráðgevandi heilsupolitiskur stovnur hjá myndugleikunum.

Í Føroyum verða fleiri av donsku lógunum tinglisnar tíðliga í 19. øld, sum høvdu við heilsu- og sjúkrarøkt at gera:

  • 1803: fyriskipanin um regluligar heilsulagslýsingar, sum landskirurgurin stóð fyri, við skrásetingum og fráboðanum til Sundhedskollegiet um heilsustøðuna í landinum.
  • 1805: kom Karantenulóg, sum hevði til endamáls at skipa fyri eftirliti við fremmandum skipum, ið komu til landið, og fyribyrgja smittandi sjúkum.
  • 1812: lóg um koppseting móti pokum.
  • 1813: ljósmøðralóg í gildi í Føroyum.
  • 1818: útgreinandi reglugerð um embætisskyldur hjá landskirurginum.
  • 1829: nýbygda Færø Amts Hospital verður tikið í nýtslu.

Tað var serstakt fyri nýggja sjúkrahúsið í Havn, at umframt at virka sum vanlig sjúkrahús í Ríkinum av slíkari stødd, skuldi tað eisini vera forsorgarstovnur fyri kronisk sjúk og óhjálpin (Jacobsen 2004, 146).

Hetta er merkisvert, men kemur av, at fyrrverandi Argja Hospital eisini hevði verið ein fátækrastovnur, og hesin táttur skuldi ikki detta burtur. Tí varð lógfest í reglugerðina fyri hospitalið, at hospitalskassin eisini skuldi gjalda læknahjálp og heilivág til fátækrafólkið í landinum, umframt til tey innløgdu.

Læknar og ljósmøður út um landið
Heilt til mitt í 19. øld var bert ein lækni í Føroyum. Seinnu helvt av øldini komu tríggir aftrat: í 1852 í Suðuroy, í 1872 í Klaksvík og í 1883 í Vestmanna. Fyrst í 20. øld komu hini økini við: í 1901 ein aftrat í Havn, í 1903 í Sandoy, í 1912 í Vágum og í 1913 á Eiði.


Sostatt batnar læknastøðan tað tíðarskeiðið, tá fólkavøksturin í Føroyum er uppá tað størsta frá 1 til hvørji 5.000 fólk til 1 til hvørji 2.300 fólk.

Eisini ljósmøðurnar hava havt ein høvuðsleiklut í fólkaheilsusøguni. Av fyrstan tíð vóru tað álitiskonur við serligum hegni. Í 1773 kom tann fyrsta við fakligum førleika, og 50 ár seinni vóru 15 ljósmøður úti um landi. Tó var tað ikki fyrr enn við ljósmøðralógini frá 1878, at ljósmøðurnar vórðu alment løntar og virksemið skipað í  25 ljósmøðradømum.

Føroyska heilsuverkið tekur skap
Sum onnur dømi um útbreiðslu av heilsuverkinum kring landið umframt læknar og ljósmøður eru m.a. Klaksvíkar sjúkrahús frá 1898, og Suðuroyar sjúkrahús frá 1904.

Henda gongdin við heilsupolitisku átøkunum frá fyrst í 19. øld og frameftir hevði eisini nøkur heilsupolitisk mál, har miðað varð eftir “at øll fólk, hvar í landinum tey búðu, áttu at hava rímiliga góða atgongd til læknahjálp og til kønar ljósmøður” (Jacobsen 2004, 251).

Tann tátturin í heilsusøguni, ið fevnir um sjúkrarøkt og heilsufremjan, so sum vit kenna tað við virkseminum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, kemur seint fram. Síðst í 19. øld varð tosað um tørvin fyri sjúkrasystrum í Føroyum, lutvíst fyri at betra um sjúkrarøktina úti um landið, harí eisini at kunna læra frá sær, og lutvíst sum útbúgvin starvsfólk á hospitalinum. Fyrsta sjúkrasysturin kemur tó ikki fyrr enn í 1897, tá diakonissa verður sett í starv á sjúkrahúsinum. Av vantandi áhuga fekk hospitalið ikki sín fyrsta sjúkrasystranæming fyrr enn í 1920. Tó høvdu nakrar fáar fingið sær útbúgving á sjúkrahúsum í Danmark.

Tað er lítil ivi um, at vøksturin í heilsufakliga virkseminum hjá læknum og ljósmøðrum saman við nýggjari og veksandi vitan um vísindaliga grundað læknaráð, reinføri, bakteriologi og antiseptik hevur havt stóran týdning fyri útbreiðsluna av grundleggjandi læknaligum og fólkaheilsufrøðiligum kunnleika serliga upp gjøgnum seinni helvt av 19. øld og inn í 20. øld.

Ilt er tó at siga, í hvussu stóran mun hetta hevur ávirkað heilsuliga fatanina og  lívsførsluna hjá føroyingum. Í almennum heilsufrágreiðingum verður lítið hildið um, hvussu farið verður um reinføri, mat og drekka, klæðir, húsaumstøður, barnarøkt o.a. Ein av hesum frágreiðingum er frá læknanum P.L. Panum, sum varð sendur til Føroya undir herviligu meslingafarsóttini í 1846, sum rakti heili 6.000 fólk av teim 7.800, sum fólkatalið var tá. 


Spjadd búseting vardi móti farsóttum
Alla 18. og 19. øld rakti umfarssjúkur fólkið einstøk ár við ymiskum tíggjuára millum¬bilum. Summar raktu so meint, at deyðatalið kundi fara upp í tað fýrfaldaða. Omaná tær meira vanligu umfarssjúkurnar kom so eisini tuberklasjúkan aftrat og kom í hæddina stutt eftir aldarskiftið. Hetta skundaði undir at Sanatoriið varð bygt í Hoydølum í 1908.

Skiftandi landslæknar høvdu annars víst á, at serstaka búsetingarmynstrið við smáum, spjaddum bygdum og avmarkaðum sínámillum sambandi høvdu vart fólkið ímóti nógvum farsóttum, sum meira regluliga herjaðu í øðrum býargjørdum samfeløgum. Soleiðis helt fyrrnevndi Panum, at ein høvuðsgrund til at deyðatíttleikin var munandi lægri og miðallivialdurin munandi hægri enn í Danmark, var “Færøernes fuldstændige eller partielle fritagelse for en mængde især smitsomme sygdomme, som decimere andre landes befolkninger” (cit. í R.Guttesen 1996, 17). 

Tað sera avmarkaða sambandið við útheimin verður nevnt sum ein orsøk til, at smittandi farsóttir vóru sjáldnari her enn aðrastaðni langt inn í 19. øld. Hetta verður sagt, hóast pokurnar gingu mitt í 17. og tíðliga í 18. øld, krímsjúkur og landfarsótt (tyfus) av innlendskum uppruna vóru afturvendandi, og meslingar herjaðu serliga í 1781 og 1846. Men longri var ímillum farsóttirnar, og tær fingu ikki somu ávirkan á deyðatalið sum í grannalondunum.

Myndin omanfyri vísir deyðatíttleikan í Føroyum í tíðarskeiðnum 1720–1865. Sjálvsagt hava heilsustøða og livikor stóra ávirkan. Men her ber eisini til at síggja hvussu ógvislig lop í deyðatíttleika einstøk ár kunnu beinleiðis setast í samband við ávísar umfarssjúkur:

1728:  Influensa, "ring fepursjúka"
1745:  Tyfus ella landfarssótt
1775:  Influensa, krímsjúka
1781:  Meslingar við fylgisjúkum
1807-14: Krígsár og avbyrging
1808:  "Grasserandi smittufarsótt",
1828:  Umfarssótt, "epidemisk fepursjúka"
1838:  Influensa, krímsjúka
1846:  Meslingafarssótt

Økt samskifti økti smittuvandan
Men samskiftið millum bygdir í Føroyum og við útheimin øktist samstundis við stóra fólkavøkstrinum í 19. øld. Her vísa læknarnir ofta á, at umfarssjúkurnar í stóran mun høvdu sín uppruna í skipasambandinum við útheimin, sum øktist nógv tá skipsfiskiveiða og handil vundu uppá seg síðst í 19. øld. Umfarssjúkurnar blivu nú fleiri og títtari, m.a. skarlaksfepur, meslingar, kikhosti, difteritis og beinkrím.

Frá síðst í 18. øld vórðu ymisk fyribyrgjandi heilsutiltøk sett í gildi, at verja móti smittuvanda og sjúkuelvandi viðurskiftum annars. Fyrsta karantenulógin kom fyrst í 19. øld, við karantenunevnd, m.a. mannað við landskirurgi og fúta, at hondhevja lógina. Hóast reglurnar um eftirlit við fremmandum skipum vóru dagførdar við millumbilum, gjørdist tað alsamt truplari at forða smittusóttum at koma til landið og breiða seg her, jú meira skipasambandið øktist.

Síðst í 19. øld fingu føroyingar egnan stóran skipaflota. Sambært amtslæknanum tá (1896) vóru eisini føroysku skipini sjálvi sonn sjúkureiður av trongligu og ónossligu umstøðunum umborð. Tá mælt varð til at seta heilsueftirlit við skipunum í verk, forðaðu reiðararnir fyri tí (Jacobsen 2004, 232). Heilsusamtyktir vórðu settar kommununum at fylgja, men ivasamt var hvussu tær vóru hildnar. Í 1895 kemur umsíðir ein verulig og umfatandi farsóttalóg, ið álegði fráboðan og viðgerðarskyldu, men eisini fevndu um almenna fígging av neyðugum tiltøkum.

Betri grundarlag fyri upplýsing um heilsuviðurskifti
Seinnu helvt av 19. øld fær líðandi upplýsing og leiðbeining um heilsufremjandi lívsførslu ein veksandi týdning fyri almennu heilsutænastuna. Hetta hevur m.a. samband við útbreiðsluna av skúlaverkinum. “Millum 1810 og 1845 vórðu skúlar settir á stovn í flestu bygdum í Føroyum. Summastaðni við føstum lærara og skúlabygningum, men flestu støðini vóru ferðalærarar, ið gingu millum bygda...Vanliga fatanin...er, at hesir skúlar í mestan mun vórðu skipaðir í samljóði við fólkið” (Thomsen 2005, 165). Í 1845 kom nýggj skúlaskipan, sum vakti so stóra andstøðu, at eitt tíðarskeið vóru allir bygdarskúlarnir niðurlagdir. Men skúlaskapurin varð endurskipaður við áseting av almennari undirvísingarskyldu í 1854 og sonevndi Almúguskúlin, sum longi hevði verið í Havn, varð skipaður um alt landið.

Saman við vinnuligu menningini í seinni helvt av 19. øld kemur eisini gongd á eina mentunarliga menning. Umframt skipanina av skúlum kring landið, kemur realskúlin í Havn í 1861, læraraskúlin í 1870 og sonevndi Almúguskúlin í 1872. Í 1878 kemur fyrsta føroyska blaðið “Dimmalætting”, skrivað á donskum. Í 1890 kemur “Føroyingatíðindi” sum fyrsta blaðið á føroyskum. Og í 1899 verður Føroya Fólkaháskúli settur á stovn.

Við mentunarligu menningini verður betri grundarlag fyri eini fólkaupplýsing, sum stuðlar undir royndunum hjá læknum og tátíðar heilsuverki at fremja sakliga upplýsing um heilsuviðurskifti mótvegis siðbundnum fatanum úr vantandi kunnleika, ranghugmyndum og pátrúgv: “Í talu og skrift royndu læknar at eggja til størri persónliga ábyrgd fyri heilsuni við at upplýsa um rættan kost, reinføri, smábarnarøkt o.a., og harvið fylgdi altíð ein meira ella minni strong atfinning ella fordøming av niðurarvaðari fólksligari fatan av orsøkunum til sjúku og veikleikar og harav fylgjandi atburði” (Jacobsen 2004, 256).

Ilt er at vita, hvussu fólk hava tikið tað upp: “Men tilvitið um heilsuna varð skerpt við støðugum áminningum um rættan heilsuatburð, og ikki minni av einum vaksandi útboði av apoteksvørum o.ø., ið skuldi vera gott fyri heilsuna, sum bæði føroyskir og útlendskir handlar lýstu við í bløðunum, eins og bløðini høvdu tíðindastubbar um umfarssjúkur, stundum við ráðum um fyribyrging” (Jacobsen 2004, 256).

Felagsskapir fyri sjúkratrygging 
Langt inn í 20. øld var meginreglan, at tey, sum høvdu tørv á læknahjálp og øðrum heilsutænastum, skuldu gjalda sjálvi. Undantikið var vesalafólkið, sum fátækrakassin kundi gjalda fyri.

Upp gjøgnum 19. øld verður størri partur av fólkinum leysur av tí patriarkalsku sosialu skipanini í gamla bóndasamfelagnum, og verða óheftir løntakarar, arbeiðsfólk, útróðrar- og sjómenn. Av hesi gongdini kemur seint í øldini tørvurin fram, um at taka seg saman í felagsskapir til tess at tryggja fíggjarliga atkomu til neyðugar heilsutænastur.

Fyrsti sjúkrakassin varð stovnaður í Havn í 1886. Nøkur ár seinni kom sjúkrakassalóg, sum gav ríkisgóðkendum sjúkrakøssum rætt til statsstuðul. Hetta hevði við sær, at hjálpin kom at vera tann sama fyri ymisku økini.

  • 1906: tann fyrsti ríkisgóðkendi sjúkrakassin var Klaksvíkar sjúkrakassi
  • 1913: 4 lokalir sjúkrakassar við 633 limum undir einum meginfelag.
  • 1915: 15 sjúkrakassar við 3.565 limum, og
  • 1936: 38 sjúkrakassar kring landið við 13.721 limum – svarandi til 92%
               av øllum fólkinum yvir 19 ár.

Meginfelag sjúkrakassanna gjørdi sáttmálar við læknarnar um gjald fyri heilsutænastur, og veittu limunum endurgjald fyri stóran part av kostnaðinum.

Sjúkrakassarnir byrjaðu við, at fólkið tók seg saman um felags áhugamál: “Teir boða frá eini nýggjari tíð, tá ið nýggir karmar um sosialt samhaldsfesti vinna fram.” (Jacobsen 2004, 246).

Hetta er um somu tíð, sum arbeiðsmenn og handverkarar taka seg saman og stovna fakfeløg, har Enigheden á Tvøroyri, seinni Fylking, í 1915 var tað fyrsta, og verkamannarørslan verður ein týðandi táttur í samfelagsmenningini og slóbrótari fyri sosialum framstigum (Dalsgaard 1997, 75 ff).

Skipan av almennu heilsutænastuni
Upp gjøgnum 19. øld tekur skipanin av almennu heilsutænastuni skap. Fyrst í øldini verða ymiskar heilsulógir og fyriskipanir settar í verk, m.a. um heilsulagslýsingar, landslæknavirksemi, fyribyrgjandi karantenu, koppsetingar og ljósmøðravirksemi. 
Tá komið er inn í 20. øld eru læknar og jarðamøður kring alt landið, og umframt meginsjúkrahúsið í Havn eru tey smærri sjúkrahúsini í Klaksvík og Suðuroy komin aftrat. Sjúkrahúsverkið verður útbygt við serlæknatænastum, eins og fyribyrgjandi heilsutænasturnar verða mentar við heimasjúkrasystrum og barnaheilsutænastum við heilsusystrum og skipanum við fyribyrgjandi koppsetingum og heilsukanningum.


Keldur:
Jóannes Dalsgaard: Fylking, Forlagið Framhald 1997.
Bergur í Garði: En historisk demografisk undersøgelse af udviklingen
                           på Færøerne 1720-1831, Københavns Universitet 1984.
Rolf Guttesen: Topografisk Atlas Færøerne, Det Kgl. Danske Geografiske Selskab, 1996.
Doris Hansen: Søgan um hini, Føroya Skúlabókagrunnur 1996.
Elin Súsanna Jacobsen: Slóðir úr heilsuverksøguni, Føroya Fróðskaparfelag 2004.
Jens Pauli A. Nolsøe og Kári Jespersen: Havnar søga, bind II og III,
                          Tórshavnar Kommuna, 2004 og 2009.
Ríkisumboðið, Årsberetning 1962 og 1972, Rigsombudsmanden på Færøerne
Rógvi Thomsen: Millumleikur í fortíðini, í Eyðvinur, Føroya Fróðskaparfelag 2005.