Um lívsgrundarlagið í gamlari tíð -livikor av týdningi fyri demografisku umbroytingina í Føroyum

Hvussu livikorini hava verið, er eins og heilsuviðurskiftini ein týðandi táttur at hava í huga, tá ið roynt verður at hyggja afturum demografisku transitiónina ella umbroytingina, sum er farin fram síðstu 200 árini og enn heldur á.

Tí er endamálið við hesi grein ikki nøkur roynd at gera eina søgulig lýsing av livikorunum, men í einum stuttum yvirliti at vísa á nakrar høvuðstættir, sum kunnu hugsast at hava týdning fyri ta serligu gongdina í demografisku umbroytingini í Føroyum.

Neytahaldið týdningarmest fyri lívsuppihaldinum
Tá vit hugsa um, hvat fólk livdu av, og hvussu lívsgrundarlagið var fyri føroyska samfelagið aftureftir í miðøldina, skilst av Føroyingasøgu og nágreiniligari lýst í  Seyðabrævinum frá 1298, at tað er jarðarbrúkið, og av hesum serliga djórahaldið, seyður og neyt, sum var umráðandi.

Nógv bendir á, at føroyska samfelagið hevur bygt á hetta sama grundarlagið við neyta- og seyðahaldi heilt fram til 19. øld, tá velting og fiskivinna fáa størri týdning (Debes 1995, Guttesen 2010, Young 1982 og Rasmussen 1968). Um veltingina verður tó sagt, at hon “hevði mest tann týdning, at hon beinleiðis økti um møguleikan fyri djórahaldi” við at útvega vetrarfóður (Rasmussen 1968, 29)

Av hesum hevur serliga neytahaldið verið týdningarmesta føðikeldan fyri lívsuppihaldinum í tí lítla, karga og avbyrgda landinum: “Allar hinar kaloriukeldurnar spældu eina minni rollu, og serliga tann manglandi stabiliteturin gjørdi at tað ikki var møguligt at byggja eitt samfelag á hesar keldur.” (Guttesen 2010, 60).

Samfelagsliga berievnið avmarkað
Fyri eitt samfelag, sum í so stóran mun varð grundað á djórahald, vóru veður og gróðrarlíkindi av avgerandi týdningi. Einstøk ár vóru ójøvn til skurð og grøði –  men eisini millum long tíðarskeið kundi vera sera ójavnt. Hoyggið kundi vera svikaligt vetrarfóður, veltingin av kornið rakk ikki langt, tað var ikki haldgott og dygdin ikki góð. Tí var regluligur innflutningur av ávísum neyðsynjarvørum, serliga av korni, ein av fyritreytunum fyri lívsgrundarlagnum.

Hvussu grundarlagið undir framleiðslu og tilveru varð avmarkað av veðri og gróðarlíkindum, eru nógvar fráboðanir um í tingbókum o.ø. søguligum skjølum heilt frá 16. øld og langt inn í 19. øld. Sum tá skrivað verður um ár við misvøkstri og fellisár: “Veturin 1629-1630 var neyð. Tá vóru vørurnar í handlinum uppi longu á jólum, og fyrsta skipið kom ikki fyrr enn um hvítusunnuleitið... Veturin 1632-1633 var óvanliga harður, helst eins ringur og í 1602. Í 1632 var misvøkstur, men tá bjargaði fiskiskapurin. Veturin eftir var kuldavetur og fellisár... Meginparturin av seyðinum er deyður og nakrar hundrað kýr, “så her haver været så ynkelig en tilstand udi landet, som nogen menneske nu kan mindes, så Gud hjælpe os fattige folk”. Líka ringt var 1638-1639. Í 1644 var vørutrot og í 1648 aftur fellisár. Tað tykist altíð at hava verið so, at tey árini, tá ið serliga fiskiskapurin sveik, og ikki minni tá ið misvøkstur og kuldavetrar komu afturat, vóru vørurnar í handlinum uppi longu um jóltíðir.” (Debes 1995, 211ff)

Svikaligt tilverugrundarlag
Mitt í 17. øld var støðan so álvarslig, at vandi var fyri tilverugrundarlagnum fyri føroyska samfelagnum: “Tvey citat úr Tingbókini lýsa av desperatión. Í 1667 skriva teir, at tað “er at befrygte, Landet der over kommen udi Ruin og bliver øde.” Skilið tykist ikki at vera frægari næsta árið. Teir tosa um: “at dette fattige land ikke ganske skal fordærves.” Og aftur nøkur ár seinni ljóðar sum teir eru um at missa mótið: “...saa at nøden bliver større og større, saa at paa det sidste at den ene ikke kunde hielpe den anden, hvor over dette fattige Lands Elendighed forgangen Vinter ikki noksom kan beskrives”.” (Guttesen 2010, 61).

Sum seyðahaldið kundi eisini fiskiskapurin vera svikaligur: “Fiskur hevur verið ein óstabil kaloriukelda. Serliga tað, at long tíðarskeið hava verið, har næstan einki hevur verið fiskað” (Guttesen 2010, 53). Árini 1613-24 hevur eftir eldri keldum verið óvanligt fiskaríkidøm, meðan øvugt var alt tað langa tíðarskeiðið 1625-73: “...mens eftersom for et halvt hundrede Aar Fiskeriet continuerlig er slagen fejl” (Lucas Debes cit. í Guttesen 2010, 53). Viðvíkjandi hesi skiftandi úrtøkuni av fiskiskapinum var “skilið ikki frægari í 1700-talinum” (Guttesen 2010, 53).
 
Fastlæst samfelag men eisini trygd fyri lívsuppihaldi
Samfelagsliga grundeindin í tí gamla bóndasamfelagnum heilt frá fyrstu tíð og fram móti 19. øld, var húsarhaldið á bóndagørðunum. Hesir vóru upprunaliga fáir og stórir, men vóru við tíðini býttir sundur í fleiri minni garðar, men búsetingarliga og sosiala skipanin var tann sama. Fólkið starvaðist, búði og livdi á gørðunum, bóndafólkini og teirra skyldfólk, húskallar, arbeiðsgentur og onnur tænastufólk. Lønin var býlið, matur, klæði og tað sum tørvaði til lívsins uppihald. Soleiðis livdi tað mesta av fólkinum.

Lívsgrundarlagið hjá tí vanliga fólkinum úti um landið var sostatt bindingin til bóndan og tað, sum varð framleitt og virkað á bóndagørðunum. Ongin slapp leysur av hesum og at seta búgv, uttan at ogna sær nóg mikið av jørð ella onkursvegna prógva annað grundarlag fyri at kunna lívbjarga húskinum. Á sama hátt sum henda sosiala skipanin tí forðaði ognarleysum at seta búgv og skapa sær eitt lív, var hon tó eisini ein trygd fyri teirra lívsuppihaldið á gørðunum. Bøndurnir høvdu brúk fyri teirra bíligu arbeiðsmegi, men eisini fyri, at teirra arbeiðsevnið vórðu hildin viðlíka við góðum kosti og øðrum sum kravdist. 

“Undantøkini vóru í Havn. Tað vóru embætismenninir, krambakallarnir og teir fáu handverkarar, sum her høvdu nóg nógv fólk at arbeiða hjá, so teir kundu fáa breyð sítt av tí”. (Rasmussen, 1968, 10). Men onnur undantøk vóru tó eisini, “fátækralimir og armingar”, serliga í Havn, men eisini aðrastaðni um landið (Nolsøe og Jespersen 2004, 175).

Ymiskar sosialar lívstreytir
Eisini tey, sum ikki megnaðu at lívbjarga sær sjálvum, vóru ymiskt fyri. Frægast var hjá teimum, ið vórðu knýtt at gørðunum: “Meginreglan var tann sama, sum hon hevði verið í øldir, at skyldfólk hjálpti teimum, ið ikki megnaðu at klára seg sjálvi” (Hansen 1996, 25). Víst verður til skipanina í gamla bóndasamfelagnum, har “var hvør garður sjálvhjálpin á nærum øllum økjum. Hvør garður tók sær av sínum gomlu, sjúku og brekaðu. Hesi høvdu øll sínar skyldur, t.d. at sita hjá neytum, ansa smábørnum, skera torv og annars taka lut í øllum tí arbeiði, ið var á garðinum, eftir førimuni” (Hansen 1996, 25).

Verst vóru tey fyri, ið av ymsum orsøkum komu at standa ella vórðu sett uttan fyri hesa skipan, og onki annað høvdu til lívsins uppihald enn at ganga biddaragongd. Fátækrahjálp kom ongin fyrr enn við reglugerð frá 1767, ið m.a. segði: “Allir bøndur, sum festa garðar, sum eru 2 merkur ella meir, lata, tá ið teir festa, eftir egnum tykki” (Hansen 1996, 22). Slík skipan munaði sjálvsagt lítið og onki og steðgaði ikki biddingini. Nøkur av hesum “armingum” fingu hjálp frá ella vistarhald á Argja hospitali, sum serliga aftaná spitalskusjúkuna í 1770-unum virkaði sum fátækrastovnur fyri óhjálpin og avlamin.

Hóast nýggj fátækralóg kom fyrst í 19. øld, og síðani grundlógin í 1849 við áseting um, at ein og hvør, ið ikki var førur fyri at skaffa tað neyðturviliga til uppihald fyri seg og síni, hevði rætt til hjálp frá tí almenna, broytti hetta lítið og onki: “Eingin bað um fátækrahjálp, uttan so at støðan var púra vónleys. Tey royndu av øllum alvi at halda seg frí av fátækraverkinum...Vanliga mannahugsanin var júst, at tey, ið máttu søkja fátækrahjálp, vóru staklar. Hjálpin var nevniliga skipað soleiðis, at hon samstundis skuldi vera ræðandi, so at fólk ikki uttan víðari søktu um hana. Hetta varð gjørt við at seta tey neyðstøddu uttan fyri samfelagið. Tey, ið fingu fátækrahjálp, mistu síni borgarligu rættindi, t.d. valrættin, og forboð var fyri at giftast”  (Hansen 1996, 23).

Munur á livikorum á bygd og í bý
Nógv bendir á, at stórur munur hevur verið á livikorunum á bygd og í Havn. Fyri ognarleys og onnur smáfólk í Havn vóru føðslu-, býlis- og heilsuumstøður verri og fátækradømið størri, samanborið við lívið á bóndagørðunum úti um landið: “Í Føroyum og serliga í Havnini var fátæksligt hjá teimum flestu. Nógv fólk búðu í smáum húsum, og fleiri svóvu í somu song. Í slíkum umstøðum vóru fólk skjótari sjúk, serliga av smittusjúkum; men tey hava fingið hita hvørt frá øðrum.” (Nolsøe og Jespersen 2004, 162).

Fyri vanliga fólkið vóru livikor í Havn meira viðbrekin m.a. av veikari føðslugrundarlagi og tískil meira bundin at korninnflutninginum. Tá hesin var óregluligur ella als ikki kom fram (sum t.d. ofta hendi, tá Føroyar vóru avbyrgdar undir Napoleonskríggjunum 2007-14), rakti hetta Havnina sera meint og kundi elva til trot. Haraftrat var mestsum alt sambandið við útheimin við Havnina. Fremmandu skipsmanningarnar bóru umfarssjúkur við sær, og hesar raktu tí serliga fólkið í Havn. Mest ógviliga hendingin man vera hendan: “Í 1709 gingu kanska ræðuligastu pokurnar nakrantíð í Havnini. Sjúkan...kom til Havnar í september mánaði við seinasta handilsskipinum hetta árið. Av teimum 333 havnarfólkunum doyðu 250, t.e. 75%” (Nolsøe og Jespersen 2004, 162).

Lægri deyðatíttleiki á bygd
Bygdirnar hava verið vardar í ávísan mun, við betri føðslugrundarlagi og av teirra avbyrgdu og spjaddu støðu. Og uttan iva hevur samskiftið við Havnina verið so lítið sum gjørligt, tá umfarssjúkurnar hava gingið: “Heystið 1720 og 1721 herjaði landfarsóttin, tyfus, við nógvum fepuri, serliga í Havn. Av hesum skýggjaðu avbygdafólk Havnina.” (Nolsøe og Jespersen 2004, 160).

Hesi viðurskifti benda á, at tað hevur verið størri trygd fyri lívsuppihaldinum úti á bygd enn í Havn, og spurningurin er hvussu tað sæst aftur í deyðatíttleikanum.
 


Myndin vísir deyðatíttleikan í Suðurstreym, samanborið við Føroyar uttan Suðurstreym. Her sæst greitt, at deyðatíttleikin er munandi hægri í Suðurstreymi. Haraftrat eru lopini í deyðatíttleikanum einstøk ár nógv ógvisligari enn í restini av landinum. T.d. sæst, at undir meslingafarsóttini í 1781 er deyðatíttleikin í Havn tætt við 100‰, samanborið við minni enn 30‰ á bygd. Og tá ið neyðin undir Napoleonskríggjunum var uppá tað størsta, rakti hetta serliga fólkið í Havn, við einum deyðatíttleika oman fyri 40‰, samanborið við uml. 20‰ á bygd.

Rembingar í stirnaða bóndasamfelagnum
Síðst í 1700-talinum og inn í 1800-talið komu spakuliga rembingar í samfelagsviðurskiftini, og tað gamla statiska ella stirnaða bóndasamfelagið kemur undir vaksandi trýst eftir broytingum. Fiskiskapurin ella rættari útróðurin fær størri og støðugt veksandi týdning, og saman við tí nýggja traðarbrúkinum skapast nú grundarlag fyri framleiðslu av avlopi til vøkstur í fólkatalinum og samfelagsliga menning.

Ein nýggj og týðandi føðikelda, eplaveltingin, tekur seg eisini upp hesa tíðina og stuðlar uppundir møguleikarnar hjá ognarleysum familjum at lívbjarga sær við útróðri og traðarbrúki. (Guttesen 2005, 153 ff). Frá fyrstu royndunum í 1770- og 80-unum, vindur eplaveltingin spakuliga uppá seg. Frá 1820-unum gerast eplini vanlig, og í 1839 skrivar Pløyen, at neyvan var nakað hús í Føroyum, har eplir ikki vóru á borðinum minst eina ferð um dagin (Jacobsen 2004, 237).

Í 1766 fekk danski stórkeypmaðurin Niels Ryberg loyvi at hava umskipingargoymslu,
og loyvi at reka handil, handverks- og annað virksemi í Havn, m.a. at salta sild og tilvirka klippfisk til útflutnings. Handilshús og bryggja vórðu bygd í Vágsbotni. Hóast Rybergs handil gavst longu í 1788, var hetta í einum tíðarskeiðið, har tørvurin á broytingum trokaði á og hevur ivaleyst skumpað undir gongdina. (Nolsøe og Jespersen 2004, 9ff).

Flyting av bygd í bý tekur seg upp. Ognarleys fóru at leita sær til Havnar at átaka sær lønandi arbeiði og seta seg niður sum bønarmenn, tænastufólk, útróðrarmenn og hosubindarar, umframt høvi at læra handverk, sum ikki høvdu verið vanlig í oyggjunum fyrr. Í hesum sambandið er eisini vert at nevna, at í 1788 varð Nótafelag sett á stovn, og fólkið í Havn fekk einarætt at kasta nót eftir seiði á báðum vágunum. (Tórshavnar býaratlas 2007, Handverkarin 2004).

Veksandi sosialir mótsetningar
Tær samfelagsligu og vinnuligu broytingarnar, sum taka seg upp síðstu helvt í 1700-talinum, síggjast aftur í veksandi sosialum mótsetningum. At ognarleys fara at rógva út, velta og tilvirka ullarvørur til egið húsarhald, ger at bøndurnir hava ikki somu fastatøkur á teim ognarleysu at arbeiða á gørðunum. Tí kemur sonevnda trælalógin, “Forordningen af 21. maj 1777, hvis sigte var at sikre de større gårde tilstrækkelig billig arbejdskraft samtidig med at betingelserne for at stifte familie præciseres” (í Garði 1984, 8). Hetta er ein herðing av gomlu ásetingini frá Seyðabrævinum um at forða ognarleysum at seta búgv. Tað varð bannað at flyta til Havnar uttan serligt loyvi. Ognarleys fingu ikki loyvi at giftast, uttan at tey kundu vátta, “...hvorledes de formeene at kunne ernære sig, såsom enten af egen Ejendom eller Fæstejord besidde ½ á 1 Mark, eller at de have nogen anden og Næringsvej, eller at de på begge sider have i fire Aar tjent på landet, og i samme deres Tjeneste efter medbragt Skudsmaal viist Fliid, Troeskab og Duelighed, da de formodes at være i Stand til skikkelig at ernære sig”. Hendan fyriskipan varð galdandi heilt fram til 1846.

Somuleiðis vórðu eisini stig tikin til at byrgja upp fyri avleiðingunum av at ognarleys í veksandi tali fóru at rógva út við egnum bátum. Í nógvum bygdum gjørdist trupult hjá bøndrunum at manna teirra bátar. Í 1813 kom so tað sonevnda bátsbandið, har siðvenjan hjá bóndum at halda bát og hjá teim ognarleysu at manna teir, varð ásett við lóg. Hon varð ikki tikin av fyrr enn í 1865.

Mjólkin var álitið fyri føðsluna
Heilt inn í 19. øld kundu trupulleikar vera við tí lívsneyðuga vøruinnflutninginum. Undir Napoleonskríggjunum 1807-14 var óregluligt samband, tí nógv donsk handilsskip vórðu tikin, so at árligi vøruflutningurin m.a. við korni oftani sveik. “Tá mest stóð á í februar 1814, fór Løbner um alt landið at fáa yvirlit yvir tørvin, so tað, ið var á goymslu, kundi býtast rættvíst” (Guttesen 2010, 45). 

Út frá hesum sonevndu Løbners tabellum frá 1814 og Kongstíggjundalistum hevur Guttesen gjørt eitt yvirlit yvir, hvat føroyingar livdu av, ella rættari: hvørjar kaloriukeldurnar vóru, og hvussu býtið var teirra millum:



Hóast grindin til tíðir hevur havt stóran týdning, er hon ikki roknað við, “tí variatiónin er so stór, at einki samfelag kann byggja sína tilveru á eina so óvissa keldu” (Guttesen 2010, 46). Tað kundi vera ójøvn grindaár, og eisini long tíðarskeið, har lítið og onki var av grind, og onnur, har sera nógvar grindir vóru.

Eplaveltingin telur heldur ikki við í uppgerðini, tí hon fekk ikki nakran serligan týdning fyrr enn í tíðini aftaná, at Løbner innsavnaði hesar upplýsingar.

Yvirlitið vísir greitt tann altavgerandi týdningin, sum neytamjólkin hevði fyri føðsluna hjá føroyingum (smb. Guttesen hava tað í miðal verið 2 fólk uppá kúnna). Somuleiðis vísir yvirlitið, hvussu bundin man hevur verið av innfluttum korni.

Størsta broytingin í føðslu- og lívsgrundarlagnum upp gjøgnum 19. øld, er óivað tann stóri vøksturin í traðarbrúki, útróðrinum og seinni skipsfiskiskapinum. Í 1820-unum verður sagt frá landskirurginum: “Gjøgnumgangandi legði Manicus dent á, at maturin var góður og eingin leið neyð av svongd. Sama segði eftirmaður hansara: “Fødemidlerne ere sunde, simple, naturlige og i tilstrækkelig mængde.”” (Jacobsen 2004, 237).

Men fólkavøksturin er nú stórur, húsarhaldini gjørdust fleiri, barnaríkari og harvið størri. Tað hevur sett økt krøv til evnini at útvega nóg mikið av góðum mati til øll, so sum mjólk, fisk og grind. “Um aldarskiftið vóru nógv, ið livdu sum sjómenn ella høvdu lønarbeiði á landi, t.e. nógv sum ikki rúmtust í tí gomlu patriarkalsku samfelagskipanini, har húsbóndi ella familja kundu taka um endan í neyðstøðu.” (Jacobsen 2004, 256).

Útróður og traðarbrúk gevur rúm fyri fólkavøkstri
Gamla samfelagsskipanin kemur undir trýst longu síðst í 18. øld: “Tað samfelag, sum vit við meira ella minni haldgóðum heimildum uppfata sum tað klassiska og støðuga bóndasamfelagið, við øllum tí, sum hoyrir tí til alla tí verður kannað, fer at ridla í tíðarskeiðinum 1770-1810. Hetta kann hava staðist av trýstinum frá eini vaksandi ognarleysari fjøld og av, at jarðyrkið, sum støðan var, ikki var ment at uppihalda tilvøkstrinum.” (Dalsgaard 1997, 39). 

Bátsbandið frá 1813 kann illa skiljast øðrvísi, enn at bóndastættin roynir at tátta í, tí at útróðurin hevur vundið so nógv upp á seg millum tey ognarleysu, at truplari gjørdist at manna áttamannaførini á gørðunum. “Nógv bendir á, at ognarleysir hava verið førir fyri at útvega sær smærri bátar, eitt nú fýra- og seksmannafør longu í seinnu helvt av 18. øld.” (Dalsgaard 1997, 43). Útróðurin mennist uppaftur meir upp gjøgnum 19. øld til at verða meir enn bara beinleiðis føðslu¬grundarlag fyri húsarhaldinum hjá teim ognarleysu. Avgerandi frambrotið er, tá kongligi einahandilin við sínum úthandlum fer at taka ímóti útróðrarfiski frá uml. 1840, og síðani tá einahandilin verður tikin av í 1856 og fríur handil verður skipaður víða um alt landið.

Hetta vóru kollveltandi ár: “Bara frá 1845 til 1864 fimmfaldaðist útróðurin í Vestmanna. Frá at hava hildið í árina á bóndabátinum, fóru menn sjálvir at rógva út og avreiða. Við einum traðarstubba aftrat fingu hesir menn nú starvsheiti sum útróðrarmenn og jarðarbrúkarar. Allir høvdu A-fiskiloyvi... Í 1864 vóru yvir 200 avreiðingar í Vestmanna. Summar dagar vóru 150 mans á útróðrum... og avreiddu hesir menn í 1864 122 tons til handilin á Fitjunum. Miðalprísurin var seks oyri fyri kilo og samlaða avreiðingarvirðið 8.000 kr.” (Jacobsen 2011).

Um somu tíð mennist traðarbrúkið: “Frá 1780 og serstakliga frá 1810 fer veltingin at gerast eitt alt meira týðandi íkast hjá tí vaksandi ognarleysu fjøldini, eina helst tí partinum, sum hevði sínar røtur í bóndastættini.” (Dalsgaard 1997, 45). Hetta kemur av eini andsøgn í fyrrnevndu trælalógini, tí samstundis sum hon hevði til endamáls at binda tey ognarleysu at gørðunum, lat hon upp fyri, at ungir menn kundu fáa atgeingi til jørð, at velta og leggja inn traðir. Tað sum gloppaði hesar dyrnar var tó ein møguliga óætlað avleiðing av umhugsni fyri teim bóndasynum, ið ikki stóðu til garðin, at hesir ikki skuldu líða somu lagnu sum hini ognarleysu, uttan møguleika at fáa egið húsarhald.

Við nýggjari traðarlóggávu í 1845 og 1857 verða betri møguleikar fyri at leggja jørð inn og veltað upp út nýggjum. Talandi dømi um broytingartíðina er, at í hesum tíðarskeiðinum fram til 1880’ini  “verða traðarbrúk í hópatali stovnsett eins og 30 niðursetubygdir verða grundaðar” (Dalsgaard 1997, 46).  Frá 1880’unum kemur aftur onnur tíð við skipsfiskiveiði og fiskatilvirking sum nýggja høvuðsvinnan í Føroyum.

Tað sum útróður og traðarbrúk ikki kundu hvørt sær, tað kundu tey saman: vera vinnu- og lívsgrundarlag fyri teim nógvu nýggju húsarhaldunum, sum seta ferð á fólkavøksturin og leggja lunnar undir nýggja samfelagsskipan, sum skjótt veksur fram.

 

 

Fleiri munnar at metta
Samstundis sum nýggjar búsetingar og húsarhald í veksandi talið verða skipað óheft av bóndagørðunum, verða fólk eisini leys av tí føðslugrundarlagi, sum bónda¬garðarnir tryggjaðu, m.a. mjólka- og kjøtframleiðsluni. Hóast øktu atgongdina til fisk og eplir, hevur traðarbrúkið ikki kunnað ment seg líka skjótt, sum talið øktist av munnum at metta við føðslugóðum mati. Stutt eftir at fríhandilin var komin, gjørdi landslæknin vart við í heilsulagslýsingini, at hóast møguleikarnir vóru batnaðir munandi, og útróðurin hevði verið góður, so “om en stor del kan man desværre sige, at netop dette rige fiskeri er kilden til fattigdom.” (Jacobsen 2004, 239)

Fiskur er nú blivin týdningarmesta føðikeldan hjá teim ognarleysu, men fyri at fáa pening til at aðrar neyðsynjarvørur og húsarhaldið annars verður fiskurin avreiddur feskur beinanvegin, so lítið er eftir til matna. Tá “ser man ofte det særsyn, at når blot et par dages uvejr hindrer dem i at komme på søen, har de ingen fisk at spise og må formentlig sulte.” (Jacobsen 2004, 239). 

Vinnuliga og samfelagsliga framgongdin var tí ikki einvíst bara til frama fyri heilsugott matarhald og livikor. Heilsulagslýsingar hjá landslæknum seinni í øldini siga frá vaksandi tali av sjúkum og veikleikum, sum komu av ringari føðslu, t.d. brendar tenn, skrofulosu ella lymfykertlatuberklar og rakitis, enska sjúka, av d-vitamintroti, so beinagrindin verður kálkfátæk og avskeplast: “Skrofulose kom mest fyri í bygdum, har nógv ognarleys vóru, sum livdu mest av útróðri. Kjøt var dýrt og ikki keypandi, og var ongin grind, høvdu fólk bert fisk, mjøl og grýn til matna. Hann [Effersøe landslækni 1883-90] nevndi mjólkarneyðina, sum serliga rakti tey fátækastu, ikki minst børnini kendu sviðan av hesum.” (Jacobsen 2004, 240). 

Um orsøkir til hesu viðurskifti “vístu læknar á ringar avleiðingar av tátíðar samfelags¬broytingum... Teir høvdu lyndi at leggja skylduna á tað, sum fylgdi í kjalarvørrinum av fríhandlinum, eitt nú at tey fátækaru seldu fisk í býti við føðslufátækar handilsvørur, ull í býti við bummullsvørur.” (Jacobsen 2004, 255).

Nýtt grundarlag undir lívsins uppihaldi
Úr 19. og  inn í 20- øld tykist støðan tó at batna munandi. M.a. koma hvalastøðir á Gjánoyri (1894), í Norðdepli (1898), í Lopra (1901) umframt í Selvík og á Signabø. “Tað nógva tvøst og spik, sum haðani kom, sást aftur á fólksins “huld og kræfter”” (Jacobsen 2004, 240).

Nýggjar sosialar lógir komu í 1890-unum, ið staðfestu samfelags- og uppihaldsrættindi hjá samfelagsins veikastu, gomlum, sjúkum og brekaðum: um aldurdómsstuðul frá 1891, um sjúkratrygging frá 1893 og um hjálp til fátæk og brekað í 1895 (Hansen 1996, 31). Sosialpolitikkurin ber tó framvegis brá av olmussuhugsan heilt fram til endan av 1920-unum, tá sosial rættindi ájavnt við onnur borgarlig rættindi verða sett ovast á flokspolitisku dagsskránna í Føroyum (Hansen 1996, 25).

Tann avgerandi høvuðsbroytingin er tó, at á toftunum á gamla bóndasamfelagnum hevur eitt nýtt vinnu-, framleiðslu- og samfelagsmynstur vunnið fram, har skipsfiskiveiða og lønararbeiði á landi í fiski-, handverks- og handilsvinnu útvegar størri og veksandi grundarlag fyri betri inntøku, matarhaldi og klæði, bústaðar- og heilsuviðurskiftum og sosialum livikorum annars.



Keldur:
Jóannes Dalsgaard: Fylking, Forlagið Framhald 1997
Hans Jacob Debes: Føroya søga 2, Skattland og len, Fø. Skúlabókagrunnur 1995.
Bergur í Garði: En historisk demografisk undersøgelse af udviklingen på Færøerne 1720-1831,
                           Københavns Universitet 1984.
Rolf Guttesen: Historisk Befolkningsgeografi, Topografisk Atlas Færøerne, 1996.
Rolf Guttesen:  Veðurlag, framleiðsla og fólkatal í 1800-talinum og fyrr,
                           í Brot úr Føroya Søgu, Fróðskapur 2010.
Rolf Guttesen: Týskar klumpar og franska sós, om kartoffelens udbredelse på Færøerne,
                           í “Eyðvinur”, Føroya Fróðskaparfelag 2005.
Handverkarin, nr. 10, Havnar Handverkarafelag 2004.
Doris Hansen: Søgan um hini, Føroya Skúlabókagrunnur 1996.
Elin Súsanna Jacobsen: Slóðir úr heilsuverksøguni, Føroya Fróðskaparfelag 2004.
Helgi Jacobsen: úr røðu 2011, við tilfari til bók um Vestmanna søgu.
Jens Pauli A. Nolsøe og Kári Jespersen: Havnar søga, bind II og III,
                          Tórshavnar Kommuna 2004 og 2009.
Holger Rasmussen: Føroysk fólkamenning, Studentafelagið í Keypmannahavn, 1968.
Tórshavnar býaratlas, Tórshavnar Býráð 2007.
G.V.C. Young: Færøerne. Fra vikingetiden til reformationen, Rosenkilde og Bagger, 1982.