Handilsjavnin hevði 400 mió. í avlopi í 2014

Handilsjavnin kallast munurin í pengavirði á útflutningi og innflutningi av vørum. Tá avlop er á handilsjavnanum, merkir tað sostatt, at útflutt er fyri meira, enn innflutt er fyri.

Í fjør útfluttu vit fyri 6,3 mia. kr. og innfluttu fyri 5,9 mia. Sostatt vóru 400 mió. kr. í avlopi á handilsjavnanum í fjør. Árið fyri var hall á 186 mió.
Orsøkin til, at hallið í 2013 er vent til avlop í 2014 er, at útflutningurin er vaksin, meðan innflutningurin er minkaður.

Á útflutningssíðuni er tað laksurin, sum stendur fyri størsta vøkstrinum, sum vit eisini hava sæð seinastu árini. Í 2014 útfluttu vit laks fyri næstan 3 mia. kr., og er tað ein hálv mia. meir enn í 2013. Samlað vaks útflutningurin 174 mió.
Á innflutningsíðuni er tað skipainnflutningurin sum er nógv minkaður. Úr 800 mió. í 2013 niður í 200 mio. í fjør. innflutningurin minkaði samanlagt 415 mió. kr.

Seinastu 10 árini hevur verið hall á handilsjavnanum øll árini uttan í 2010, 2011 og í fjør.

Í 2007 var størsta hallið nakrantíð, næstan hálvaaðru mia. Størsti munurin tá í mun til í dag er, at útflutningurin var 2,2 mia. minni, meðan innflutningurin var 300 mió minni. Í 2012 var hallið eisini omanfyri eina milliard kr., og vóru tað serliga innflutningurin av skipum og flogførum, sum vóru orsøk til stóra hallið tá.


Hyggja vit aftur til 1988, síggja vit, at tá var undirskot, men hetta vendi skjótt til avlop, og stórt sæð øll níti árini var avlop. Aftaná ártúsundskiftið hevur hall verið flestu árini, bert fimm av árunum hevur verið avlop.

Handilsjavnin er bara ein partur av samanløgdu viðskiftum okkara við umheimin, men nógv tann størsti einstaki parturin. Samanløgdu viðskifti okkara við umheimin síggjast í gjaldsjavnanum, sum umframt handilsjavnan eisini umfatar tænastuhandilin við onnur lond, lønarinntøkur og lønarútreiðslur millum Føroyar og umheimin, rentugjaldingar og beinleiðis pengaflytingar, har danska ríkisveitingin er størsti parturin.

Útflutningur, innflutningur og handilsjavni eru dagførd í hagtalsgrunninum.