Helvtin av fiskaútflutninginum er laksur

Samlaði útflutningurin av fiskavørum í fjør var beint oman fyri 6 milliardir kr. Av hesum var útvið helvtin laksur. Vit útfluttu laks fyri hálva mia. meir í 2014 enn í 2013 - tað er ein vøkstur á 20%.
Í 2001 var útflutningurin av laksi góðar 900 mió. kr., og var tað metár, áðrenn sjúka rakti alingina og var orsøk til stór afturstig. Tað gjørdi, at útflutningurin minkaði niður í 374 mió. kr. í 2006. Síðani tá er útflutningurin vaksin á hvørjum ári og var útivið tríggjar milliardir kr. í fjør.

 

Botnfiskur og uppisjóvarfiskur eiga uml. 20% av fiskaútflutninginum hvør.
Virðið á útflutta botnfiskinum var áleið tað sama í fjør sum í 2013, men nøgdin var 6% størri.
Talan er framvegis um, at søguliga lítið er útflutt av botnfiski. Hetta er galdandi fyri øll tey trý stóru botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu:

  • Í 1996 var metár fyri toskaútflutning, tá 37 tús. tons vóru útflutt. Í fjør vóru einans 20 tús. tons útflutt.
  • Fyri upsa var metárið 2005 við 41 tús. tonsum. Í fjør útfluttu vit 14 tús. tons.
  • Hýsan setti útflutningsmet í 2003 við 20 tús. tonsum. Í meðan útflutningurin av hýsu í fjør var útvið 4 tús. tons.

Útflutningurin av uppisjóvarfiski er vaksin nógv seinastu árini, men í fjør minkaði hann, bæði í nøgd og virði. Vit útfluttu meiri makrel og svartkjaft í fjør, men tað varð útflutt minni av sild og lodnu. Samlað útfluttu vit uppisjóvarfisk fyri 1,2 mia. kr., 12% minni enn í 2013. Í nøgd er minkingin 16 tús. tons ella 8%.

Útflutningurin er dagførdur og útgreinaður í hagtalsgrunninum.