Lívsævið longt munandi bæði hjá kvinnum og monnum

Roknað frá lívsbyrjan er lívsævið hjá kvinnum nú í miðal 84,1 ár og hjá monnum 79,4 ár. Sostatt kann ein kvinna í miðal vænta at liva næstan 5 ár longri enn ein maður.

Bæði hjá kvinnum og monnum er lívsævið longt munandi tey síðstu nógvu árini.
Samanbera vit við støðuna í 1985/86, t.v.s. fyri knappliga tríati árum síðani, so er miðal lívsævið hjá kvinnum longt við 5,3 árum og hjá monnum við 7,5 árum. Munurin millum kvinnur og menn í lívsævi, sum tá var út við 7 ár, er í hesum tíðarskeiði minkaður niður í knappliga 5 ár.

Lívsævi verður eisini kallað væntaður livialdur, og er tey ár, menn og kvinnur í miðal kunnu vænta at liva, roknað út frá tí deyðatíttleika, sum í uppgerðarárinum er fyri fólk í einstøku aldursbólkunum frá nýføddum upp til tey elstu.

Lívsævi verður oftast roknað frá lívsbyrjan, t.v.s. tey ár, ein nýføddur drongur ella nýfødd genta í miðal kunnu vænta at liva. Hetta sæst í myndini omanfyri og eisini í vinstru síðu í talvuni ovast.

Men lívsævi kann eisini roknast sum eftirverandi livialdur, t.v.s. tey ár, ein maður ella kvinna í t.d. 50 ella 65 ára aldri í miðal kunnu vænta at hava eftir at liva. Er man komin upp í slíkan aldur, er man komin um nógvar vandar, sum kunnu vera í barna- og ungdómsárum. Og tí leggjast nøkur ár aftrat tí lívsævinum, sum annars er fyri ein nýføddan.

Hetta sæst í myndini niðanfyri og eisini í høgru síðu í talvuni ovast. Her síggja vit, at ein 65 ára gamal maður í miðal kann vænta at hava 18,5 liviár eftir. T.v.s. eitt væntað lívsævi á  83,5 ár (65+18,5 ár). Tað er munandi longri enn væntaða lívsævið fyri ein nýføddan drong, ið er roknað til 79,4 ár. 

Somuleiðis kann ein 65 ára gomul kvinna í miðal vænta at hava 22,1 ár. T.v.s. eitt væntað lívsævi á 87,1 ár (65+22,1 ár). Tað er eisini munandi longri enn væntaða lívsævið fyri eina nýføddan gentu, ið er roknað til 84,1 ár. 
 

Dagførdu tølini um lívsævi eru at finna í hagtalsgrunninum.