Broytingin í fólkatali í øllum bygdum og býum í 25 ár

Hvussu hevur gongdin verið í fólkatalinum í øllum bygdum og býum kring landið seinastu 25 árini? Tað var fyri 25 árum síðani, at Føroyar rendu seg í lemjandi kreppuna, ið førdi til hópfráflyting og minking í fólkatalinum. Kreppan stóð við í fimm ár, áðrenn tað fór at ganga uppeftir aftur. Og síðan tók tað aftur tíggju ár at koma upp á sama fólkatal fyri alt landið.

Tó er ógviliga ymiskt, hvussu tað er gingist í ymisku býunum og bygdunum hesi árini. Í 44 av teim 119 bygdunum og býunum er fólkatalið komið upp á ella upp um støðið í 1990 – hjá summum teirra langt uppum.

Men í teim flestu – 75 av teim 119 – er enn ikki komið upp á sama fólkatalið. Og í fleiri av hesum – ofta teimum minstu - dragnar áhaldandi.

Tað er hetta, sum verður tikið fram í talvunum niðanfyri, hvussu ymiskt tað hevur gingið. Tá Hagstovan vanliga ber tíðindi um gongdina í fólkatalinum, verður tað gjørt í kommunum og høvuðsøkjum og ikki í teim einstøku stórthundrað bygdunum og býunum, tí tær talvurnar verða so rúgvismiklar. Vil ein vita, hvussu gongdin er í bygdunum og býunum, skal ein sjálvur leita upplýsingarnar fram í hagtalsgrunninum.

Hesa ferð fara vit at vísa, hvussu gongdin hevur verið seinastu 25 árini í tveimum stórum talvum, settar upp við fólkatali og broytingum í fólkasamanseting fyri allar bygdir og býir, skipað eftir núverandi kommunum.

Fyrra talvan vísir fólkatalið 1. januar 1990, 2000, 2010 og 2015, og hvussu ymiskt tað hevur háttað sær við vøkstri ella minking hesi 25 árini.

T.d. kann nevnast, at samstundis sum alt fólkatalið í landinum er vaksið við 931 frá 1990 til 2015, so er Klaksvíkar býur minkaður við 239 meðan Ánirnar og Norðoyri eru vaksnar við 93 - Elduvík, Funningsfjørður og Funningur eru farnar í helvt - Fuglafjørður minkaður við 110 - Norða- og Syðrugøta vaksnar við 161 - Runavík og Saltangará vaksnar við 332 – Norðskála og Oyrarbakki vaksnar við 121 – Tórshavnar býur er minkaður við 488, meðan Hoyvík er vaksin við 2.511 og Argir við 547 – Sandavágur vaksin við 125, men Sørvágur minkaður við 13 – Tvøroyri er minkað við 569, men Froðba og Trongisvágur vaksin við 76 og 120, o.s.fr.   Í hesum síðsta døminum skal tó gerast vart við, at broytingar vórðu gjørdar á sumri 2009  í markinum millum bygdirnar, so at um hundrað fólk vórðu løgd aftrat bæði í Froðba og í Trongisvági við samsvarandi minking á Tvøroyri.

Fyrra myndin er eitt diagram, sum vísir vøkstur ávikavist minking í tali fyri einstøku bygdirnar og býirnar, sett upp í raðfylgju frá størstu minking til størsta vøkstur.

Seinna myndin er eitt diagram sum tað fyrra, men har raðfylgjan er eftir prosentvísu broytingini.

Seinna talvan vísir broytingina í fólkasamansetingini frá 1990 til 2015 í mun til aldur og kyn. Tað er nevnliga ikki nóg mikið bara at hyggja eftir sjálvum fólkatalinum, tí tað kann vera av enn størri týdningi at hyggja eftir, hvussu samansetingin millum aldursbólkar og kyn er broytt.

Vit kunnu taka tølini fyri allar Føroyar sum dømi:
Frá 1990 til 2015 er fólkatalið vaksið við 931 fólkum. Men aftan fyri hetta talið liggur, at tann yngri parturin av fólkinum (0 – 39 ár) er minkaður við 5.438 fólkum, meðan tann eldri parturin (40 ár og eldri) er vaksin við 6.369 fólkum. Eisini henda forskjótingar millum kynini. M.a. kann vera stórur áhugi fyri aldursbólkinum av kvinnum millum 20 og 40 ár, tí hesar hava størstan týdning fyri framtíðar fólkagrundarlag. Har var støðan fyri allar Føroyar tann, at í 1990 vóru hesar kvinnur 31% av fólkatalinum. Nú 1. jan. í 2015 var hesin bólkurin minkaður niður í 23% av fólkatalinum.
Í talvuni sæst, hvussu hesi viðurskifti eru fyri allar bygdir og býir kring landið.

Viðm.: Bygdir og býir í hesum yvirliti eru eftir bygdaskránni hjá Landsfólkayvirlitinum.

Talvurnar eru so rúgvismiklar, at hvør teirra er í trimum pørtum. Til ber eisini at prenta talvurnar í pdf: Talva 1 og Talva 2.