Fólkatalið vaks við 546 í fjør og er nú 49.192

Tann 1. januar í ár var fólkatalið 49.192. Tað er sostatt vaksið við 546 fólkum síðani 1. januar í fjør. Hetta kemur av, at í hesum tíðarskeiðnum var eitt burðaravlop á 230, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 316, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting.

Fólkatalið er vaksandi um alt landið, uttan í flestu útoyggjum og í Sandoy og Suðuroy.
 

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum, sum er hend tvey tey síðstu árini og tykist at halda fram, kemur ikki av veksandi burðaravlopi, ið heldur hevur verið spakuliga fallandi tey síðstu árini, men av stórum broytingum í flytingini millum Føroyar og útlond. Her er tað serliga fráflytingin til útlond, sum er minkað munandi. Tað er sjónligt í myndini niðanfyri, har vit samanbera flytingina millum Føroyar og útlond tey síðstu fimm árini.

Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru, har fólkatalið minkar bæði í Sandoy og í Suðuroy. Lutfalsliga er minkingin -1,2% í Suðuroy samanborið við ein vøkstur á +1,1% fyri alt landið tilsamans.

Í tali er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, men lutfalsliga er størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 1,6%, Streymoy uttan Tórshavn við 1,5% og Tórshavnarøkið við 1,4% og tað sama í Norðoyggjum. Í Vága sýslu er vøksturin eitt sindur minni við 0,9%.

Í kommununum er størsti vøksturin í Tórshavnar kommunu við 308 fólkum, Runavíkar kommunu við 117,  Klaksvíkar kommunu við 74, Sunda kommunu við 45 og Sørvágs kommunu við 28 fólkum. Av hesum var lutfalsliga størsti vøksturin í Sunda og Sørvágs kommunum.

Fólkatalið minkar mest í Tvøroyrar kommunu við 27 fólkum, Fuglafjarðar kommunu við 16 fólkum og Hvalbiar kommunu við 14 fólkum.

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, stendur fólkatalið sum heild í stað ella minkar nakað í útoyggjum, serliga í Kalsoy. Í hinum oyggjunum er tað bara minkandi fólkatal í Sandoy og Suðuroy, meðan tað er vaksandi í Viðoy, Borðoy, Kunoy, Eysturoy, Streymoy og Vágoy.

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum.