Fólkatalið er vaksið 616 síðsta árið og komið upp á 49.445

Fólkatalið var 49.445 tann 1. juni í ár og er vaksið við 616 fólkum síðani juni í fjør. Tað svarar til 1,3%. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið síðani 2002.

Vøksturin í fólkatalinum kemur í fyrsta lagi av eini nettotilflyting á 362, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og í øðrum lagi av einum burðaravlopi á 254, ið er munurin millum fødd og deyð, so sum myndin niðanfyri vísir. Meðan burðaravlopið er sum í miðal síðstu tíggju árini, er nettotilflytingin tann størsta síðstu fjúrtan árini.

Aftast í greinini er yvirlit við broytingini í fólkatalinum frá 2010 til 2016 í øllum teim 116 bygdunum og býunum í teim 30 kommunnuum í laninum, og hagtalsmynd við broytingini í bygdum og býum frá 2000 til 2016.

 

Fráflytingin tann minsta í 32 ár og tilflytingin tann størsta í 8 ár

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1983 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina sum hetta síðsta 12-mánaðarskeiðið. Samstundis er tilflytingin nú tann størsta síðstu 8 árini og er nú á sama støði sum undan fíggjarkreppuni. Høvuðstølini síggjast í myndini niðanfyri.


Størsti fólkavøkstur í Streymoyar og Vága sýslum – áhaldandi minking í Suðuroy

Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru. Í Sandoyarøkinum minkar fólkatalið ikki longur men kvinkar eitt lítið vet uppeftir, meðan tað framvegis minkar munandi í Suðuroy. Meðan fólkavøksturin fyri alt landið er 1,3% hetta 12-mánaðarskeiðið, er tað ein minking í Suðuroy á 1,2%, sum ger at tað dragnar alt meira millum Suðuroynna og restina av landinum.

Í talið er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 319. Lutfalsliga er størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum og í Vága sýslu við 1,8%. Nærum líka stórur er fólkavøksturin í Streymoyar sýslu annars (t.v.s. uttan Tórshavnarøkið) við 1,7%. Síðani í Eysturoyar sýslu við 1,4%. Minsti vøksturin er í Norðoya og Sandoyar sýslum við ávikavist 0,7 og 0,6%.

Fólkatal og fólkavøkstur í bygdum, býum og kommunum 2010 – 2016  

Tær 30 kommunurnar í Føroyum eru sera ójavnar í stødd – 8 færri enn 200 fólk, 5 millum 200 og 500 fólk, 5 millum 500 og 1.000 fólk, 7 millum 1.000 og 2.000, 4 millum 2.000 og 5.000 og 1 við yvir 20.000 íbúgvum.

Tær eru somuleiðis sera ymiskar í bygnaði. Nógvar eru bara ein bygd, fleiri eru bara tvær bygdir, og í øðrum eru nógvar bygdir, flestar í Tórshavnar kommunu (við 17 bygdum), Runavíkar kommunu (við 15 bygdum) og Sunda kommunu (við 12 bygdum).    

Í drúgvu talvuni niðanfyri sæðst hvussu gongdin hevur verið í fólkatalinum í øllum teim 116 bygdunum og býunum í teim ymisku 30 kommununum í landinum.

Her ber til at síggja, hvussu ymisk gongdin kann verða millum einstøku bygdirnar í einari kommunu, har nakrar bygdir kunnu hava stóran vøkstur og aðrar – ofta tær minnu – hava stóra minking, t.d. í Klaksvíkar, Eystur, Runavíkar, Sunda og Tórshavnar kommunum.

 

Stórar broytingar í fólkatalinum í bygdum og býum frá 2000 til 2016

Í stabbamyndini niðanfyri er sett upp hvussu broytingin hevur verið í fólkatalinum í bygdum og býum frá ár 2000 til 2016. Her er vert at hava í huga, at gongdin í fólkatalinum í Føroyum hevur verið sera ymisk hesi árini, við stórum fólkavøkstri árini 2000-2004, stagnatión og afturgongd árini 2005-2012 og veksandi fólkatal síðani 2013.

Í myndini er broytingin býtt upp í tvey tíðarskeið, frá 2000 til 2010 og frá 2010 til 2016. Her sæst, at í flestu bygdum hevur mynstrið verið tað sama: har sum fólkatalið er vaksið, er tað vaksið í báðum tíðarskeiðum, og tað sama er har, sum fólkatalið er minkað. Nøkur undantøk eru tó, so sum Eiði, Vestmanna, Kollafjørður og Fuglafjørður, har fólkatlið er vaksið annað tíðarskeiðið og minkað í hinum.

Tað sum fellur mest í eyguni er tó tann alstóri vøksturin í Hoyvík og harnæst í Tórshavn og Argjum. Merkisvert er her, at í Tórshavn er nógv størsti vøksturin hendir tey seinni árini, frá 2010 til 2016. Í hinum endanum sæst, at størsta minkingin er í Vági og Tvøroyri (har Froðba og Trongisvág eru íroknað, tí mørk millum bygdirnar har varð broytt í 2009).