Størsti fólkavøkstur í einum ári síðani skjálvtarnar eftir stóra skrædlið fyrst í 1990-unum

Fólkatalið var 49.615 tann 1. september í ár og er vaksið við 702 fólkum síðani 1. september í fjør. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ársskeiði síðani 2001, tá størsta afturflytingín var eftir hópfráflytingina undir stóra skrædlið fyrru helvt av 1990-unum.

Her skal nevnast, at kreppuárini 1989-1995 var ein miðal árlig nettofráflyting úr Føroyum á 1.075 fólk. Ein ávís afturflyting var næstu árini 1996-2003 á 320 fólk um árið.

Árini 2004 -2013 gingu skiftandi upp og niður, og hetta tíggjuára skeiðið var ein miðal árlig nettofráflyting á 260 fólk.

So kemur vend í við ein nettotilflyting á 240 fólk í 2014, enn betur í 2015 við 319 fólkum - og nú við merkisverdu stóru nettotilflytingini á 438 fólkum fyri ársskeiðið sept. 2015 – aug. 2016.

Fólkavøksturin á 702 síðsta ársskeiðið kemur ikki bara av nettotilflyting á 438, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, men eisini av einum burðaravlopi á 264, ið er munurin millum fødd og deyð, so sum myndin niðanfyri vísir.


Eitt sindur fleiri konufólk enn menn í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum á 702 í hesum 12-mánaðar skeiðinum er tann størri parturin kvinnur, 374 í tali, samanborið við 328 menn. Munurin kemur lutvíst av nettotilflytingini, har tað vóru 32 fleiri kvinnur enn menn, og lutvíst av deyðatalinum, har tað eru 36 færri kvinnur enn menn. Hinvegin minkar munurin eitt lítið sindur av kynsbýtinum í føðitalinum, har tað vanliga eru eitt sindur fleiri dreingir enn gentur, hesaferð 22 fleiri dreingir enn gentur.

Hetta ger tilsamans, at í fólkavøkstrinum hetta tíðarskeiðið eru 46 fleiri kvinnur enn menn.

Tað er minkandi fráflytingin, ið ger nógv størsta munin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini.

Vit skulu heilt aftur til 1982, fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum hetta síðsta 12-mánaðarskeiðið. Samstundis er tilflytingin tann størsta síðan 2002. Høvuðstølini síggjast í myndini niðanfyri.

Vanliga afturstigið í august var nógv minni enn vanligt
Í myndini niðanfyri sæst broytingin í nettoflytingini millum Føroyar og útlond, býtt á kvinnur og menn, mánað fyri mánað síðstu tvey 12-mánaðarskeiðini.

Tann gongdin vit síggja í fyrra 12-mánaðarskeiðinum august 2014 – august 2015 verður enn greiðari í seinna 12-mánaðarskeiðinum august 2015 – august 2016: At fólkatalið veksur alt árið, serliga nógv  í juni og mest í juli - men so kemur eitt stórt afturstig í august. August er jú tann stóri flytingarmánaðurin í árinum, tá nógvur ungdómur fer av landinum í lestrarørindum.

Tí varð frammanundan væntað, at nú tá august fór at verða taldur við í uppgerðina, fór at verða eitt vanligt stórt afturstig í fólkatalinum hendan mánaðin, samanborið við mánaðirnar frammanundan. So varð eisini, men hesaferð nógv minni enn vanligt, tí fráflytingin í august í ár var nógv minni enn í fjør og árini frammanundan. So í staðin fyri eitt afturstig í august sum í miðal síðstu 13 árini á 250-300 fólk, so var talið bara 166 í august í ár: t.v.s. nógv færri av teim ungu fóru av landinum í august í ár enn vanligt, og fleiri fluttu higar enn vanligt. Verður gongdin tí, sum trendurin nú vísir, fer fólkatalið aftur støðugt at veksa upp móti teim 50.000, og kann longu koma upp har onkuntíð tíðliga næsta summar.


Størsti fólkavøkstur í Tórshavnarøkinum og Vága sýslu
– Suðuroy heldur tørn

Nú er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan Sandoyar sýslu – hesaferð eisini ein  evarska lítil vøkstur í Suðuroyar sýslu. Tølini fyri Sandoyar og Suðuroyar sýslur eru tó so smá, at tey skjótt kunnu broytast hvønn sín veg. 

Bæði í tali og í prosent er størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 410, svarandi til 2,2%. Í tali kemur síðani Eysturoyar sýslu við 118 fólkum, men lutfalsliga er hesin vøksturin bara 1,1%, samanborið við 1,3% í Norðoya og 1,8% í Vága sýslu. Bara í Sandoyar sýslu er minking við 1,1%, sum í tølum tó bert er 14 fólk, ið skjótt kann broytast hinvegin.
 

 

Tórshavnar kommuna rennur undan
Í kommununum er nógv størsti vøksturin í tali í Tórshavnar kommunu við 440 fólkum – hetta eru tveir triðingar av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Síðan er ógviliga langt niður til hinar kommunurnar, til báðar kommunurnar í Vágum við tilsamans 55 fólkum og Klaksvíkar kommuna við 53 fólkum.

Í triðstørstu kommununi, Runavíkar kommunu, vaks fólkatalið bert við 22 fólkum, 9 fólkum fleiri enn í Kunoyar kommunu.

Í tali er størsta minkingin í Hvalbiar og Sands kommunum við ávikavist 18 og 15 fólkum. Tvøroyrar kommuna heldur nú tørn, meðan Vágs kommuna veksur við 20 og Sumbiar kommuna við 11.


Suðuroy veksur eitt vet
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, stendur fólkatalið sum heild í stað ella minkar nakað í útoyggjum - uttan í Svínoy, har fólkatalið veksur við einum triðingi. Í stóru oyggjunum er munandi fólkavøkstur, uttan í Sandoy. Í Suðuroy er støðug minking vend til ein lítlan vøkstur.

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.