Útflutningurin vaksin eina milliard og innflutningurin stívliga 400 milliónir

Fyrstu 10 mánaðirniar í ár hevur vøruútflutningurin verið 993 mió. kr. størri enn í sama tíðarskeið fjør. Uttan skip hevur vøksturin verið 801 mió. Samstundis er vøruinnflutningurin øktur 413 mió. kr. Uttan skip er vøksturin 459 mió. kr.

173 mió. minni til olju í innflutninginum

Fyrstu 10 mánaðirnir hava vit innflutt fyri 400 mió. meira enn í fjør. Tað er ein vøkstur á 8%.

Maskinur og amboð hava stóran vøkstur, samanborið við somu mánaðir í fjør. Tað er innflutt fyri uml. 255 mió. kr. meir í hesum bólki.

Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna er vaksin 22%.

Í bólkinum brennievni er stór minking: í ár er innflutt fyri 173 mió. kr. minni enn í fjør, tað er ein fjórðïngur minni.

Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er 7% hægri enn í fjør.

Í útflutninginum eru 718 mió. meira fyri laksin

Útflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar er vaksin 18% í virði og 14% í nøgd.

Í virði er vøksturin ein mia. kr., og tað er laksurin, sum stendur fyri meginpartinum av vøkstrinum. Útflutningurin av laksi er vaksin 700 mió. kr., svarandi til 32%.

Dagførd og útgreinað hagtøl um innflutning og útflutning eru at finna í hagtalsgrunninum her.