Arbeiðsloysið var 2,0% í novembur
Í novembur var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,0%, samanborið við 2,6% fyri einum ári síðani. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 557 persónar í novembur í ár, tað eru 189 færri enn sama mánað í fjør. Minsta arbeiðsloysið er í Eysturoy við 1,1%, og tað mesta er í Suðuroy við 4,6%.