Fólkavøkstur um alt landið – mest í Tórshavnarøkinum

Nú er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum, eisini í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

Bæði í tali og í prosent er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 407, svarandi til 2,2%. Hetta er 55% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í tali koma síðani Eysturoyar og Norðoya sýslur við ávikavist 145 og 81 fólkum, lutfalsliga 1,3 og 1,4%. Síðani er vøksturin í hinum økjunum 1,0-1,1% í Sandoyar og Vága sýslum og 0,6-0,7% í Suðuroyar sýslu og Streymoyar sýslu uttan Tórshavn.

 

Vøkstur í 20 kommunum, óbroytt og minking í 10

Fólkatalið veksur í 20 kommunum, stendur í stað ella minkar í 10 kommunum. Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 413 fólkum – hetta er 56% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Síðan er ógviliga langt niður til hinar kommunurnar, har vøksturin er:

  • Klaksvíkar kommuna við 61 fólkum,
  • Eystur kommuna við 42,  
  • Sjóvar kommuna við 35,
  • Tvøroyrar kommuna við 33,
  • Nes kommuna við 30,  
  • Vága kommuna við 28,
  • Fuglafjarðar kommuna við 23,
  • Sunda kommuna við 19 og Vágs kommuna við 18,
  • Hvannasunds við 15, Kvívíkar við 13, Sumbiar við 12 og Eiðis við 10,
  • Skálavíkar, Skopunar og Sørvágs við 7 og Fugloyar við 6,
  • Runavíkar við 3 og Kunoyar við 2,
     
  • Óbroytt fólkatal er í Viðareiðis, Sands og Skúvoyar kommunu.
  • Minking er í Hvalbiar og Porkeris kommunum við ávikavist 15 og 11 fólkum,
    Hovs við 7, Vestmanna við 6, Húsa og Fámjins við 3 hvør og Húsavíkar við 1 fólki.

 

Vøkstur í flestu oyggjum – men minking í Kalsoy, Nólsoy og Skúvoy 

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum. Í nøkrum av útoyggjunum veksur fólkatalið ella stendur í stað, meðan tað minkar í Kalsoy, Nólsoy og Skúvoy.

 

Útgreinaði hagtøl, eisini á bygdir, eru at finna í hagtalsgrunninum her.