Fyrstu ferð í fýra ár er árligur vøkstur í brúkaraprísunum

Fjórða ársfjórðing 2016 var brúkaraprístalið 117,3 samanborið við 116,4 sama ársfjórðing í 2015. Hetta er árligi prísvøksturin, og var hann sostatt 0,8 prosent. Hetta er fyrstu ferð síðan fyrsta ársfjórðing í 2013, at árligi prísvøksturin hevur verið positivur. Hesi  seinastu sløku fýra árini frammanundan hevur árliga prísbroytingin nevniliga ligið millum 0,0 og -2,0 prosent.

Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í øllum høvuðsbólkum uttan í bólkinum ymiskar vørur og tænastur. Mesti prísvøkstur hevur verið í bólkunum klædnavørur og fótbúnaður (1,8%), hotel og matveitarar (1,7%) og rúsdrekka og tubbak (1,4%). Matvøruprísirnir eru farnir 1,1 prosent upp seinasta árið.

Samanborið við triðja árfjórðing í 2016 vóru prísirnir 0,3 prosent hægri fjórða ársfjórðing.



Ársmiðal brúkaraprístalið minkaði nakað í 2016

Brúkaraprístalið var 116,1 fyrsta ársfjórðing, 116,6 annan ársfjórðing, 117,0 triðja ársfjórðing og 117,3 fjórða ársfjórðing. Í miðal hevur brúkaraprístalið verið 116,7 í 2016 samanborið við 117,1 í 2015. Miðalbrúkaraprístalið er sostatt farið 0,3 prosent niður í 2016. Í 2015 fór miðalbrúkaraprístalið 1,7 prosent niður og í 2014 1,0 prosent.

Miðalbrúkaraprístalið javnar út hissini prísbroytingar í einstøkum ársfjórðingum við at samanbera miðalprístalið í árinum við miðalprístalið árið fyri.

Størstu ávirkanina á príslækkingina í miðalprístalinum hava býlisprísirnir, sum eru farnir 4,1 procent niður. Tað er fyrst og fremst prísurin á brenniolju, sum hevur drigið býliskostnaðin niður, hann er lækkaður 13,7 prosent. Harumframt er roknaða miðalrentan á íbúðalánum lækkað 7,3 prosent.

Miðalprístalið er eisini lækkað í øðrum nýtslubólkum í 2016, flutningur (-0,8%), innbúgv, húsbúnaður o.l. (-0,6%), og ymiskar vørur og tænastur (-1,0%).

Mesti prísvøkstur í 2016 hevur verið í bólkunum hotel og matveitarar (1,9%) og rúsdrekka og tubbak (1,4%).

Matvøruprísirnir vóru í 2016 1,3 prosent hægri enn í 2015.
 

 

Dagførdar og útgreinaðar upplýsingar um brúkaraprístalið eru at finna í hagtalsgrunninum her.