Mannfólkini eiga nú 62% av øllum lønargjaldingunum

Í 2016 var triðja árið á rað, at mannfólkini fingu størra partin av lønarvøkstrinum. Mannfólk vunnu 5.279 milliónir í fjør, 290 fleiri enn árið fyri, vøksturin er 5,8%. Í sama tíðarskeiði fingu kvinnurnar 3.197 milliónir í løn, 160 fleiri enn í 2015, ein framgongd á 5,3%.

Orsøkin til at mannfólkini fáa størra partin av lønarvøkstrinum er, at seinastu trý árini hevur tað verið sera stórur vøkstur í vinnugreinum, har menn eru í meiriluta. Tað er m.a. í vinnugreinunum fiskiskapur, ali- og kryvjivirki og bygging.

Í 2016 vunnu menn góð 62% av lønunum, meðan kvinnurnar vunnu 38%. Síðan 2013 er parturin hjá monnum vaksin 1,5%-stig, úr 60,5 til 62. Kvinnurnar hava einstøk ár verið nær við at vunnið 40% av lønunum, men eru nú dragnaðir heilt niður á 38%.


Síðan 2004 hava lønirnar hjá kvinnunum vaksið skjótari enn hjá monnunum. Frá 2004 til 2016 eru lønirnar hjá kvinnunum vaksnar 49%, meðan tær hjá monnunum eru vaksnar 42%. Ein av orsøkunum til at mennirnir eru nakað aftanfyri er, at tá fíggjarkreppan rakti, var tað bert lønarmongdin hjá monnum, sum minkaði - tað vóru vinnugreinar, har meirilutin er mannfólk, ið merktu mest til afturgongdina. Hinvegin hevur stóra framgongdin seinastu trý árini mest verið í somu vinnugreinum, so mannfólkini heinta inn aftur í løtuni.

Her er vert at leggja í geyma, at lønartølini bert umfata tað, sum føroyskar fyritøkur rinda út, so lønir vunnar uttanlands eru ikki taldar við her.
 


Kvinnurnar fráverandi í fleiri vinnugreinum

Ikki óvæntað arbeiða kvinnur og menn i ymiskum vinnugreinum. Kvinnurnar arbeiða í høvuðsheitum í almennum tænastuvinnum og handli. Í teimum  yrkjum, har kvinnur arbeiða, er kortini ein stórur minniluti av mannfólki. Í vinnugreinini heilsu- og almannaverk vinna kvinnurnar 800 milliónir í lønum, meðan mennirnir vinna 200 milliónir. Í øðrum vinnugreinum, har kvinnurnar vinna meira løn enn menn, er býtið rímiliga nær við javnvág.

Menninir harafturímóti eru spjaddir yvir fleiri vinnugreinar, men í vinnugreinunum fiskiskapur, sjóflutningur, bygging og skipasmiðjur/smiðjur, er at kalla ongin løn útgoldin til kvinnur. Í hesum vinnugreinum eru kvinnurnar nærum  heilt fráverandi. Til ber at siga, at hesar vinnugreinar eru mannfólkayrki.

Vert er at leggja merki til, at myndin niðanfyri vísir lønargjaldingar í krónum, og talvan sigur einki um, hvussu nógv fólk arbeiða í teimum ymsu vinnugreinunum.

 

Útgreinað og dagførd hagtøl um lønargjaldingar eru at finna í hagtalsgrunninum her.