Sigurd Poulsen fer frá sum stjóri



Eftir 38 ár í drúgvari almennari tænastu gevst Sigurd Poulsen sum stjóri á Hagstovuni, tá ið hann fyllir 70 ár í mai.

Sigurd byrjaði at starvast á hagdeildini í landsfyrisitingini í 1979 og gjørdist í 1988, stjóri fyri Landsbanka Føroya. Hann var stjóri í Landsbanka Føroya í 25 ár, frá 1988 til 2013. Í 2013 gjørdist Sigurd stjóri á Hagstovu Føroya.

Starvið sum stjóri á Hagstovu Føroya er nú lýst leyst. Umsóknarfreistin er 3. februar.

Starvslýsingin liggur her

Mynd: Savnsmynd hjá kvf.fo