Verkstova: Hagtalsgrunnurin fyri fjølmiðlafólk

Nær: Mikumorgun 15. februar kl. 09 - 11
Hvar: Hagstova Føroya, Kvíggjartún 1, Argir
Pláss: 12 luttakarar
Kostnaður: Ókeypis

Lær at brúka hagtøl um føroyska samfelagið í arbeiðinum. Mikumorgun 15. februar bjóða vit tær og starvsfeløgunum vælkomnum á verkstovu at brúka hagtalsgrunnin sum arbeiðsamboð. 

Við ítøkiligum dømum hyggja vit at, hvussu røttu tølini verða funnin til arbeiðsuppgávuna. Skráin er hendan:

1. Endamálið við hagtalsgrunninum
2. Hagtalsøki í hagtalsgrunninum
3. Finn røttu tølini til uppgávuna
4. Vísing av hagtølum
5. Goym hagtølini og leita fram aftur
6. Samanbering við onnur lond
7. Hagvarpið - beinleiðis hagtøl á kunningarskíggjan

Melda til verkstovuna við at skriva teldupost til hagstova@hagstova.fo við hesum upplýsingum:

1. Nøvn og teldupostur hjá luttakarum
2. Navn, telefon og teldupost hjá ábyrgdarfólki

Nýbryggjað kaffi verður at fáa. Vit gleða okkum at síggja tykkum

Seinasta freist at melda til er til og við 8. februar.

---

Í hagtalsgrunninum er vitan savnað um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagstovan arbeiðir støðugt við at gera hagtølini meira atkomulig og lættari at brúka. Verkstovurnar eru ein liður í arbeiðinum hjá Hagstovuni at styrkja almenna hagtalskunnleikan um føroyska samfelagið. 

Um áhugi er fyri tí, kann Hagstovan skipa fyri slíkum verkstovum fyri øðrum áhugabólkum. Send fyrispurning umvegis teldupost til hagstova@hagstova.fo.