Fólkatalið vaks við 740 í fjør

Fólkatalið var 49.884 tann 1. januar í ár. Tað vaks við 740 fólkum í fjør, og so stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ársskeiði síðani 2001. Fólkavøksturin kemur av stórari nettotilflyting á 439, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 301, ið er munurin millum fødd og deyð. Nettotilflytingin hevur ikki verið størri síðani 2001 og burðaravlopið ikki størri síðani 2004. 

 

Minkandi fráflytingin ger størsta munin

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini.

Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1173, ið fluttu av landinum í fjør. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Eisini tilflytingin er vaksin nakað og er tann størsta síðani 2002, eisini roknað eftir fólkatalinum

 

Nakrar fleiri kvinnur enn menn í fólkavøkstrinum

Av vøkstrinum í fólkatalinum á 740 í fjør er tann størri parturin kvinnur, 387 í tali, samanborið við 353 menn. Munurin kemur serliga av nettotilflytingini, har tað vóru 37 fleiri kvinnur enn menn. Eisini eru 18 færri kvinnur enn menn deyðar í tíðarskeiðnum, men munurin minkar so aftur av tí, at tað vóru 21 fleiri dreingir føddir enn gentur.

Tilsamans verður úrslitið, at í fólkavøkstrinum í fjør vóru 34 fleiri kvinnur enn menn.

Í fjør var  nettotilflyting hjá báðum kynum alt árið uttan í august, og er nettofráflytingin í august nú er nógv minni enn fyrra árið eins og árini frammanundan. Tann gongdin vit síggja í 2015 verður enn greiðari í 2016, ið sæst av myndini niðanfyri, har nettoflytingin millum Føroyar og útlond er býtt á kvinnur og menn, mánað fyri mánað tey síðstu tvey árini.

 

50.000 fólk í tali um fáar vikur
Tað er serliga nettoflytingin, ið er avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum, men burðaravlopið hevur eisini verið spakuliga veksandi. Verður gongdin næstu vikurnar, sum hon hevur verið, verður skjótt, at fólkatalið røkkur teim 50.000 – møguliga longu fyrst í mars.

 

Útgreinað og dagførd hagtøl um fólkatal, fødd, deyð og flutt eru at finna í hagtalsgrunninum her.