Fólkavøkstur flestastaðni - tó minking í fleiri bygdum

Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í Føroyum í fjør. Undantak var í nøkrum fáum kommunum og fleiri bygdum, har fólkatalið minkaði nakað.
 

Nógv størsti vøksturin var í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið vaks við 395, svarandi til 2,1%. Hetta er meir enn helvtin av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í tali koma síðani Eysturoyar og Norðoya sýslur við ávikavist 130 og 70 fólkum, í báðum førum svarandi til 1,2%. Men lutfalsliga var vøksturin størri í Sandoyar og Vága sýslum við ávikavist 1,9% og 1,7%. Minsti vøksturin var í Suðuroy við 0,8% og Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið við 0,7%.

 

Vøkstur í 21 kommunum, óbroytt og minking í 9

Fólkatalið veksur í 20 kommunum, hinvegin stendur tað í stað ella minkar í 10 kommunum. Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 413 fólkum – hetta er 56% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

 

Síðan er ógviliga langt niður til hinar kommunurnar, har vøksturin er:

  • Klaksvíkar kommuna við 55 fólkum,
  • Eystur og Tvøroyrar kommunur við 38,  
  • Vága kommuna við 36,
  • Sjóvar kommuna við 33,
  • Vágs kommuna við 28,
  • Fuglafjarðar og Sunda kommunur við 23,
  • Nes kommuna við 21 og Kvívíkar kommuna við 19,
  • Sørvágs við 16, Skálavíkar við 13,
  • Hvannasunds og Sumbiar við 10
  • Skopunar við 9, Eiðis við 7 og Runavíkar við 7,
  • Fugloyar við 5, Sands og Kunoyar við 3,
  • Óbroytt fólkatal er í Viðareiðis og Húsavíkar kommunum,
  • Minking er í Hvalbiar kommunu við 17, Porkeris kommunu við 12, Hovs við 7, Vestmanna við 6, Húsa við 3, Fámjins við 2 og Skúvoyar kommuna við einum. Húsa kommuna, ið her er her tald fyri seg sjálvan, verður frá næstu uppgerð løgd saman við Klaksvíkar kommunu.

 


Stórar broytingar í bygdum og býum

Niðanfyri er yvirlit yvir broytingar í fólkatalið frá 1. januar 2000 til 2017 í bygdum og býum í kommununum. Tað eru einans 8 kommunur av teim 30, har bygdin og kommunan er eitt og tað sama. Allar hinar hava úr tveimum upp í 18 bygdir í kommununi:

  • 18 bygdir í Tórshavnar kommunu,
  • 15 í Runavíkar, 12 í Sunda og 7 í Klaksvíkar kommunu,
  • 5 í Hvannasunds, Eystur, Sjóvar, Kvívíkar og Tvøroyrar kommunum,
  • 4 í Sumbiar og Sørvágs og 3 í Nes, Eiðis, Vága og Húsavíkar kommunum,
  • 2 bygdir eru í Fugloyar, Kunoyar, Húsar (sum verður partur av Klaksvíkar kommunu frá 1. jan. 2017), Fuglafjarðar og Skúvoyar kommunum.
  • 1 bygd er í Viðareiðis, Vestmanna, Sands, Skopunar, Skálavíkar, Fámjins, Hovs, Porkeris og Vágs kommunum (í Vágs kommunu er tó eisini gamla markatalsbygdin Nes, men av tí at skrásetingin millum Nes og Vág ikki er nágreinilig aftureftir, eru báðar bygdirnar taldar saman sum ein).

Í talvuni niðanfyri sæst, at gongdin kann vera sera ymisklig í einstøku bygdunum í kommununum, sum t.d. í bygdunum í Tórshavnar, Sunda og Runavíkar kommunum.


 

Myndin niðanfyri vísir broytingina frá 1. jan. 2000 til 1. jan. 2017, Vinstrumegin eru bygdirnar, har fólkatalið er minkað, og høgrumegin bygdirnar, har fólkatalið er vaksið ella er óbroytt.

 

Vøkstur í flestu oyggjum, eisini nøkrum útoyggjum 

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum. Í nøkrum av útoyggjunum veksur fólkatalið eisini: Fugloy við 5, Hestoy við 4, Svínoy við 3 og Stóra Dímun við einum. Í Mykinesi er ongin broyting, meðan fólkatalið minkar í Kalsoy við 8, Nólsoy við 4 og Skúvoy við 2 fólkum.


Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.