Broytingar eru í inn- og útlánum hjá peningastovnum

Síðan september 2014 hava føroyskir kundar sum heild havt meiri pening til góðar í føroysku peningastovnunum, enn teir hava skyldað. Síðan september 2013 er innlánsyvirskotið broytt frá -1.006 mió. kr. til 1.429 mió. kr. við árslok 2016, svarandi til ein vøkstur á 2.435 mió. kr.  Innlánsyvirskot er innlán minus útlán.

 

Innlánini eru størri enn lántøkan hjá øllum innlendskum geirum, undantikið hjá vinnufeløgum. Nettostøðan hjá húsarhaldum er tíðarskeiðið september 2013 til árslok 2016 broytt frá 876 mió. kr. til 1.425 mió. kr., svarandi til ein vøkstur upp á 549 mió. kr. Innlánsyvirskotið hjá vinnufeløgum er í sama tíðarskeiði broytt frá -2.603 mió kr til  -1.328 mió kr, svarandi til at innlánini hjá hesum geira eru vaksin 1.275 mió kr meira enn lánini.


Vinnufíggingin hjá føroysku peningastovnunum hevur verið í minking seinastu árini. Hinvegin hava peningastovnarnir støðugt økt um útlánini til húsarhaldini. Yvir tíðarskeiðið september 2013 og fram til árslok 2016 eru vinnuútlánini minkað við 434 mió kr (8,3%), meðan húsarhaldsútlánini eru vaksin við 1.033 mió kr (14,3%).


 

Útgreinað og dagførd hagtøl um javnar hjá føroyskum fíggjarstovnum og útlán og innlán  hjá føroyskum og donskum fíggjarstovnum til føroyskar eindir eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Mynd: Norðoya Sparikassi