Konjunkturbarometrið hækkar eftir kyrrstøðu í tvey ár

Samanvigaða vísitalið, ið er yvirskipaða vísitalið fyri allar 5 kanningarnar, vísir ein vøkstur frá 16 til 31 síðan juni í fjør, sostatt er barometrið, eftir at hava ligið um miðal seinastu 4 kanningarnar, farið eitt vet upp.

(trýst á myndir og talvu, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
 
Tað eru serliga úrslitini frá kanningunum fyri tilfeingisvinnur/annan ídnað og tænastuvinnurnar, ið hevur jaliga ávirkan á samanvigaða vísitalið hesaferð, meðan brúkaravísitalið og vísitalið fyri byggivinnuna eru nærum óbroytt. Einans vísitalið fyri handilsvinnuna fellir í mun kanningina frá juni í fjør.
 
 
Brúkarakanningin
 
 
Brúkaravísitalið, ið verður roknað sum miðal av svarbýti av 4 av 15 spurningum, hjá føroysku húsarhaldunum, liggur framvegis nærum óbroytt eins og seinastu 3 árini. Í m.a. spurninginum um, hvussu útlitini fyri búskapin komandi árið væntandi verður, vísir býtið av svarmøguleikum, at eitt vet fleiri meta útlitini meira jaliga í mun til seinastu tvær kanningarnar.
 
 
Í spurninginum, um løtan er tann rætta at gera størri keyp, svarar ein størri partur av húsarhaldunum hesaferð, í mun til áður gjørdar kanningar, at so er. Sostatt eru tekin um, at húsarhaldini samlað hava møguleika og hug at halda ella hækka nýtslustøðið eitt vet.
 
Tilfeingisvinnur og annar ídnaður
 
 
Tilfeingisvinnur/annar ídnaður hava sum heild síðan kanningina í juli 2013 havt eitt niðurgangandi vísital, men kanningin hesaferð vísir eina meira jaliga áskoðan á útlitini. Tað er serliga í spurninginum til fyritøkurnar um teirra framleiðsluvæntanir fyri komandi árið, at svarbýtið er meira jaligt í mun til undanfarnu tvær kanningarnar.
 
 
Byggivinnan
 
 
Í tíðini frá tí at seinasta fíggjar- og búskaparkreppan byrjaði og til fyri góðum tveimum árum síðan vaks vísitalið fyri byggivinnuna støðugt, men hevur síðan verið nærum óbroytt.
 
 
Í spurninginum um bílleggingarnar eru á vanligum støði, vísir svarbýtið nærum óbroytt støði í mun til seinast, men til spurningin um, hvussu nógvar mánaðir, ið byggifyritøkurnar hava arbeiði, vísir miðaltalið hesaferð 17 mánaðir. Hetta er væl meira enn vanliga støði á umleið 10 mánaðir, og er samstundis tað mesta síðan fyrstu kanningina í januar 2006. Hetta bendir á, at byggiuppgávurnar fyri framman møguliga ikki eru fleiri í tali, men heldur størri.
 
Handilsvinnan
 
 
Vísitalið fyri handilsvinnuna, ið er roknað miðal av nettotølum fyri spurningar viðvíkjandi virksemisgongd ávikavist farna og komandi árið, umframt stødd á vørugoymslu í løtuni, hevur í seinastu fimm kanningunum víst vaksandi gongd og hevur ligið omanfyri langtíðarmiðal. Sum heild benda svarini hjá handilsvinnuni tó hesaferð á minni jaliga gongd í mun til kanningina frá juni í fjør, og er vísitalið fallið nakað.
 
Tænastuvinnan
 
 
Svarini fyri tænastuvinnuna vísa eitt meira jaligt rák í mun til handilsvinnuna, og vísitalið er eisini økt í mun til seinastu 4 kanningarnar. Afturlítandi fyri farnar 12 mánaðir hevur verið staðfestur vaksandi umsetningur, og í mun til útlitini er framvegis væntan um størri umsetning í mun til undanfarnar kanningar. Mett verður eisini hesaferð, at starvsfólkatørvurin verður størri komandi árið, í mun til metingina frá juni í fjør.
 

Sí kanningarúrslitini í talvum í Hagtalsgrunninum.

--- o ---

Tað eru 3 týðandi hugtøk, ið nýtt verða í konjunkturbarometrinum, hesi eru nettotal, vísital og samanvigað vísital.

Nettotal
Nettotal er eitt roknað miðaltal út frá %-býtinum av svarum til hvønn einstakan spurning, og niðanfyri eru tvey dømi sett upp, ið lýsa munin í útrokning av nettotali í mun til ymsar svarmøguleikar.

Dømi 1:
Ein spurningur í kanningini til tænastuvinnuna hevur orðingina "Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?".

Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru tríggir: 1) Vaksandi, 2) Óbroyttur og 3) Minkandi.

Tá allar umleið 30 tænastufyritøkurnar hava svarað, kann %-býti av svarmøguleikunum síggja soleiðis út:

- Vaksandi: 52
- Óbroyttur: 46
- Minkandi: 2

Hetta gevur eitt nettotal fyri spurningin á 50. Tað merkir, at 50 prosentstig fleiri (52 minus 2) svaraðu játtandi enn sýtandi. Tey, sum svaraðu, at eftirspurningurin hevur verið óbroyttur, verða soldaði frá.

Dømi 2:
Ein spurningur í kanningini til brúkararnar hevur orðingina "Hvussu hevur fíggjarliga støðan broytt seg hjá tínum/tykkara húsarhaldi seinastu 12 mánaðirnar?".

Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru 1) Nógv betur, 2) Nakað betur, 3) Óbroytt, 4) Nakað verri, 5) Nógv verri og 6) Veit ikki.

Tá allir uml. 500-550 brúkararnir hava svarað vegna sítt húsarhald, kann %-býtið av svarmøguleikunum t.d. síggja soleiðis út:

- Nógv betur: 3
- Nakað betur: 16
- Óbroytt: 49
- Nakað verri: 25
- Nógv verri: 6
- Veit ikki: 1

Í hesum føri verður býti av svarmøguleikunum vigað. "Nógv betur" telur 1, "Nakað betur" telur 0,5, "Nakað verri" telur -0,5 og "Nógv verri" telur -1. Tey, sum ikki vita og tey, sum siga, at fíggjarstøðan er óbroytt, verða soldaði frá. Nettotalið verður í døminum 1 x 3 + 0,5 x 16 - 0,5 x 25 -1 x 6 = -8.

Eitt nettotal kann liggja millum pluss 100 og minus 100.

Vísital
Við støði í útvaldum nettotølum í hvørjari einstakari kanning verður eitt vísital roknað.

1. Vísitalið fyri brúkarakanngina verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 4 spurningum:
- Hvussu væntar tú fíggjarliga støðan hjá tínum/tykkara húsarhaldi broytist næstu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú gongdin í føroyska búskapinum verður næstu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú arbeiðsloysi broytist næstu 12 mánaðirnar? (negativt fortekn)
- Hvussu sannlíkt er tað, at tú/tit koma at spara pening upp næstu 12 mánaðirnar?

2. Vísitalið fyri kanningina av tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
- Hvussu meta tit um samlaðu bíleggingarnar í løtuni?
- Hvussu er við goymsluni av lidnum vørum í løtuni? (negativt fortekn)
- Hvussu vænta tit at gongdin í tykkara framleiðslu fer at verða komandi 12 mánaðirnar?

3. Vísitalið fyri kanningina av byggivinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 2 spurningum:
- Metir tú, at tykkara samlaðu bíleggingar í løtuni eru ...?
- Hvussu vænta tit, at tørvurin eftir arbeiðsfólki broytist komandi 12 mánaðirnar?

4. Vísitalið fyri kanningina av handilsvinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
- Hvussu hevur gongdin í virkseminum/søluni hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú, at støddin á vørugoymsluni er í løtuni (í mun til vanliga stødd)? (negativt fortekn)
- Hvussu kemur gongdin í virkseminum/søluni væntandi at vera komandi 12 mánaðirnar?

5. Vísitalið fyri kanningina av tænastuvinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
- Hvussu hevur gongdin hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu vænta tit, at eftirspurningurin (í umsetningi) broytist komandi 12 mánaðirnar?

Eitt vísital kann liggja millum pluss 100 og minus 100.

Samanvigað vísital
Við støði í vísitølunum frá øllum fimm kanningunum verður eitt samanvigað vísital roknað við fylgjandi vektum:

1. Vísital frá brúkarakanningini: 20% 
2. Vísital frá kanningini av tilfeigisvinnum og øðrum ídnaði: 40%
3. Vísital frá kanningini av byggivinnu: 5%
4. Vísital frá kanningini av handilsvinnu: 5%
5. Vísital frá kanningini av tænastuvinnuni: 30%

Eitt samanvigað vísital kann liggja millum pluss 100 og minus 100.