Smásølan vaks 5-8 %-stig frá 4. ársfj. 2015 til 4. ársfj. 2016
Umsetningurin í smásøluni í teimum trimum høvuðsbólkunum matur og drekka, klæðir og fótbúnaður og búnýti og innbúgv vaks millum 5 og 8 %-stig. Hetta er roknað í ársins prísum. Í føstum prísum var vøksturin millum 1 og 8 %-stig.
Avreiðingar fyrstu tveir mánaðir í 2017
Uppgerð av avreiðingunum fyri januar og februar 2017 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.
Næstan 50.000
Nú fólkatalið í vár fer upp um tey 50.000, hevur Hagstovan saman við Nám gjørt nakrar søgur um føroysku demografiina, sum er løgd út á undirvísingarportalin SNAR.fo. Tað eru 14 stutt filmsklipp, sum í orðum og grafiskum myndum greiða frá føroysku demografiini. Eisini er eitt filmsklipp um eina leikabygd, ið vit hava bygt, sum á ein øðrvísi hátt vísir hagtøl um føroyska samfelagið.
Útflutningurin 775 mió. kr. og innflutningurin 560 mió. kr. í januar
Útflutningurin í januar í ár var 775 mió. kr., tað eru góðar 100 mió. fleiri enn í januar í fjør. Meginpartin av hesum vøkstri eiga makrelur, sild laksur og toskur. Innflutningurin í januar í ár var 559 mió. kr. Tað eru 19 mió, meir enn í januar í fjør. Um vit ikki telja skip og flogfør við, var vøksturin 83 mió. kr.