Fólkatalið var 49.935 tann fyrsta februar í ár

Fólkatalið var 49.935 tann 1. februar. Tað vaks við 748 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum februar 2016 – januar 2017. Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 440, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum stórum burðaravlopi á 308, ið er munurin millum fødd og deyð. Nettotilflytingin hevur ikki verið størri síðani 2001, burðaravlopið ikki størri síðani 2004 og undantikið árini 2000 og 2001 hevur fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali.

Nú vit eru so tætt við at koma upp á 50.000 og eru komin inn í mars mánað, kann ein spyrja, hví vit skulu bíða ein heilan mánað við at fáa nýggjasta fólkatalið pr. 1. mars. Stutt sagt er hetta tí, at enn eru so nógvar fráboðanir um fødd, deyð og flutt í februar mánað, ið ikki eru innkomnar og skrásettar, og tí er eitt fólkatal pr. 1. mars als ikki eftirfarandi enn. Sí meir um hetta aftast í hesi grein.


Minkandi fráflytingin ger størsta munin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini.

Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.165, ið fluttu av landinum í fjør. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Eisini tilflytingin er vaksin nakað og er tann størsta síðani 2002, eisini roknað eftir fólkatalinum.

 

Nakrar fleiri kvinnur enn menn í fólkavøkstrinum

Av vøkstrinum í fólkatalinum á 748 í hesum 12-mánaðarskeiðinum er tann størri parturin kvinnur, 383 í tali, samanborið við 365 menn. Munurin kemur serliga av nettotilflytingini, har tað vóru 26 fleiri kvinnur enn menn. Eisini eru 7 færri kvinnur enn menn deyðar í tíðarskeiðnum, men munurin minkar so aftur av tí, at tað vóru 15 fleiri dreingir føddir enn gentur. Tilsamans verður úrslitið, at í fólkavøkstrinum febr. 2016 – jan. 2017 vóru 18 fleiri kvinnur enn menn.

 

Seinastu tvey árini er nú nettotilflyting hjá báðum kynum alt árið uttan í august, ið er tann stóri fráflytimánaðurin serliga hjá ungfólki, ið fara uttanlands í lestrarørindum. Tó er nettofráflytingin í august nú minni enn árini frammanundan.


Nær verður dagurin, og hvør verður nummar 50.000?

Nú fólkatalið er um at fara upp um 50.000, hevur runda talið við sær, at fleiri seta sær spurningin um,  nær dagurin verður og hvør persónur, ið verður føroyingur nr. 50.000.

Tað er ikki heilt so líka til at finna út av hesum. Fólkatalið verður funnið við at telja tey, sum eru skrásett at búgva í Føroyum. Tey eru skrásett í Landsfólkaskránni, sum fær sínar upplýsingar frá kommununum. Tað gongur nakað av tíð, áðrenn allar skrásetingarnar eru komnar upp á pláss hjá kommununum og fráboðaðar landsfólkaskránni.

Fødd og deyð eru oftast skrásett 1-2 mánaðir aftan á hendingina. Tað ganga eisini 1-2 mánaðir, áðrenn flestu til- og fráflytingarnar eru komnar upp á pláss. Ein lítil partur av flytingunum kemur seint, tað kunnu ganga fleiri mánaðir og onkur kann koma viðhvørt fleiri ár aftaná.

Hetta ger, at tað uppgjørda fólkatalið ikki er heilt eftirfarandi fyrr enn ein tíð er fráliðin. Tað merkir  eisini, at fleiri føroyingar kunna gerast føroyingur nummar 50.000, alt eftir nær ið hugt verður eftir skrásetingunum. Henda óvissan er somuleiðis orsøkin til, at Hagstovan kunnger fólkatølini ein mánaða afturút, tá flestu fráboðanir um fødd og deyð, tilflutt og fráflutt eru komnar inn.

Nú vit eru komin inn í hálvan mars, nærkast dagurin, tá vit kunnu siga, at vit eru 50.000 fólk í Føroyum.  Men enn ganga nakrar vikur aftrat, áðrenn vit kunnu boða frá einum fólkatali, ið er farið upp um tey 50.000.

Dagførd og útgreinað hagtøl umfólkatalið eru at finna í hagtalsgrunninum her.