Lønirnar góða byrjan í ár

Í februar vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 755 milliónir kr., 14 milliónir meira enn í desember í fjør. Sostatt  hava tveir av síðstu trimum mánaðunum verið methøgir, og góða gongdin sæst aftur í trendinum, sum vísir at ferðin í vøkstrinum er høg í løtuni.

Tað hevur verið vøkstur í lønunum síðan 2014, men tað er skiftivís høgur vøkstur og nærum ongin vøkstur. T.d. stóðu lønirnar nærum í stað fyrra hálvár 2016 og høvdu ilt við at koma upp um 700 milliónir um mánaðin. Seinastu tíðina hevur tó aftur verið ferð á vøkstrinum, og nú vísir trendurin, at lønirnar eru farnar  upp um 730 milliónir mánaðarliga.

 

Tilfeingi og ídnaður stóran vøkstur

Verður hugt eftir trendinum í høvuðsvinnubólkum (sí myndina niðanfyri), sæst, at tað er framgongd í øllum høvuðsvinnubólkum. Hetta ger eisini, at lønirnar hava fingið eina góða byrjan í ár. Í fjør um hetta mundi dróg fiski- og alivinnan vøksturin niður, men í ár er hetta beint øvugt. Fiski- og alivinnan vaksa við stórari ferð og teimum í hølunum veksur byggivinnan eisini skjótt. Hinvegin halda tænastuvinnurnar ferðina, sum er ein javnur, seigur vøkstur hvønn mánað.

Legg til merkis: myndin omanfyri  vísir ikki støddina á vinnugreinunum men ta ymisku ferðina, sum er í trendinum fyri hesar vinnugreinar, ið allar vóru settar til 100 1. jan. 2010.

 

Útgreinað og dagførd hagtøl um lønargjaldingarnar eru at finna í hagtalsgrunninum her.
 

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.