Næstan 50.000

Nú fólkatalið í vár fer upp um tey 50.000, hevur Hagstovan saman við Nám gjørt nakrar søgur um føroysku demografiina, sum er løgd út á undirvísingarportalin SNAR.fo.

Tað eru 14 stutt filmsklipp, sum í orðum og grafiskum myndum greiða frá m.a. um fólkatalið søguliga, burðaravlop, tilflyting og fráflyting, fólkapýramidur, ung og gomul, livialdur, húskini, miðsavning og útjaðara, virkni í arbeiðslívinum og um vælferðarsamfelagið. Filmsklippini kunnu síggjast hvør sær og eru ymisk til longdar, úr 1 upp í 8 minuttir.

Eisini er eitt filmsklipp um eina leikabygd, ið vit hava bygt, sum á ein øðrvísi hátt vísir hagtøl um føroyska samfelagið. Her vísa vit hagtøl og vitan um land og fólk, vinnu og búskap í einum gerandisligum høpi, ið vit øll kenna aftur. Henda pinkubygdin er vónandi við til at stimbra forvitnið hjá øllum okkum barnsligum sálum, sum vilja vita meira um tað, ið fyriferst rundan um okkum.

Filmsklippini eru at finna á undirvísingarportalinum SNAR.fo, har tey hava gjørt eina síðu burturav til hesa søguligu hending, við at fólkatalið í Føroyum fer upp um 50.000. Hon eitur SNAR.fo/50000. Umframt nevndu filmsklippini eru har eisini eru nógvar aðrar fjølbroyttar og áhugaverdar frágreiðingar at finna, sum tey á Námi hava gjørt um demografisk viðurskifti, bæði í Føroyum og í heiminum sum heild.

Hetta finnur tú alt á snar.fo/50000.