Smásølan vaks 5-8 %-stig frá 4. ársfj. 2015 til 4. ársfj. 2016

Umsetningurin í smásøluni í teimum trimum høvuðsbólkunum matur og drekka, klæðir og fótbúnaður og búnýti og innbúgv vaks millum 5 og 8 %-stig. Hetta er roknað í ársins prísum. Í føstum prísum var vøksturin millum 1 og 8 %-stig.

Umsetningurin er roknaður sum vísitøl, har umsetningurin fyri 1. ársfjórðing 2005 er settur til 100.
 

Fyri mat og alkoholfríar drykkjuvørur, uppgjørt í ársins prísum, hækkaði vísitalið fyri umsetningin úr 160,3  í 4. ársfj. 2015 til 167,2 í 4. ársfj. 2016. Tað er ein vøkstur á 6,9 %-stig. Hetta kann samanberast við vøksturin í fjórða ársfjórðingi í tíðarskeiðnum 2012–16, sum í meðal var 5%-stig.
Í føstum prísum er talan um ein vøkstur 2015-16 á 4,2 %-stig. Hetta er nakað hægri enn meðal fyri tíðarskeiðið 2012-16, sum var 3,7 %-stig.

Fyri klædnavørur og fótbúnað í ársins prísum vaks vísitalið fyri umsetningin við 4,6 %-stigum, frá 190,1 í 4. ársfj. 2015 til 194,6 í 4. ársfj. 2016. Til samanberingar vaks vísitalið í 4. ársfjórðingi 2012-16 við í meðal 2,8%-stig.
Uppgjørt í føstum prísum er vøksturin 1,1 %-stig, sum er væl lægri enn meðalvøksturin fyri 4. ársfj. í tíðarskeiðnum 2012-16, ið var 3,5 %-stig.

Viðvíkjandi búnýti og innbúgvi vaks vísitalið fyri umsetningin fyri 4. ársfj. 2016 í mun til 4. ársfj. 2015 við 7,9 %-stigum. Hetta úrslit liggur tó lægri enn gongdin í tíðarskeiðnum 2012–16, sum í meðal var 8,1 %-stig.
Gongdin í føstum prísum er á somu leið við 8,0%-stigum. Hetta er tó væl lægri enn fyri 4. ársfj. í tíðarskeðnum 2012-16, har vøksturin í meðal var 9,4%-stig.

Dagførd og útgreinað hagtøl um umsetningin í smásøluni eru at finna í hagtalsgrunninum her.