Fólkavøksturin ikki verið størri síðan aldarskiftið

Fólkatalið var 49.994 tann 1. mars. Tað vaks við 754 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum mars 2016 – februar 2017. Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 473, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 281, ið er munurin millum fødd og deyð. Nettotilflytingin hevur ongantíð verið størri, undantikið 2001, tá serliga nógv fluttu heimaftur aftaná stóru kreppuna fyrru helvt í 1990-unum. Og undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali enn nú.

Í hesi grein, har hagtølini eru útgreinað á fødd, deyð, tilflyting og fráflyting, eins og landafrøðiliga á høvuðsøki, kommunur og oyggjar, halda vit okkum til føstu mannagongdina við at greina tølini, so sum tey eru tann fyrsta í mánaðinum frammanundan, tað vil í hesum føri siga pr. 1. mars.

Men nú talið fyri 1. mars er so tætt upp undir 50.000 í fólkatali, hava vit í einum øðrum tíðindastubba í dag gjørt eitt undantak frá føstu mannagongdini og kunngera feskasta og meira óvissa fólkatalið, so  sum tað fyribils er fyri 1. apríl.


Minkandi fráflytingin ger størsta munin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini.

Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1147, ið fluttu av landinum í fjør. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Eisini tilflytingin er vaksin nakað og er tann størsta síðani 2002.

 

Nakrar fleiri kvinnur enn menn í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum á 748 í hesum 12-mánaðarskeiðinum er tann størri parturin kvinnur, 400 í tali, samanborið við 354 menn. Munurin kemur serliga av nettotilflytingini, har tað vóru 63 fleiri kvinnur enn menn. Í deyðatalinum er lítil og ongin munur millum kynini, men í føðitalinum eru 20 fleiri dreingir. Tilsamans verður úrslitið tá, at í fólkavøkstrinum mars 2016 – feb. 2017 vóru 46 fleiri kvinnur enn menn.


Seinastu tvey árini er nú nettotilflyting hjá báðum kynum alt árið uttan í august, ið er tann stóri fráflytimánaðurin serliga hjá ungfólki, ið fara uttanlands í lestrarørindum. Tó hevur nettofráflytingin í august 2014-16 verið munandi minni enn árini frammanundan.

 

50.000 í fólkatali
Nú skrásetta fólkatalið fyri 1. mars var bara 6 fólk niðan fyri tey 50.000, er væntandi, at tað verður omanfyri í apríl. Tað er umrøtt í øðrum tíðindastubba frá Hagstovuni saman við hesum tíðindum.

 


Vøkstur í øllum høvuðsøkjum, hóast minking nøkrum í fáum smáum kommunum
Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 12-mánaðarskeiðinum mars 2016 – feb. 2017. Nógv størsti vøksturin var í Tórshavnarøkinum, bæði í tali og í %, ávikavist 396 fólk, svarandi til 2,1%. Hetta er meir enn helvtin av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í tali koma síðani Eysturoyar og Norðoya sýslur við ávikavist 123 og 87 fólkum, svarandi til 1,1 og 1,5%. Lutfalsliga var næst størsti vøksturin í Vága sýslu við 1,9%. Minsti vøksturin var í Suðuroy við 0,7%.

 

Vøkstur í 20 kommunum, óbroytt og minking í 10
Fólkatalið veksur í 20 kommunum, er óbroytt í einari og minkar í 9 kommunum. Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 389 fólkum – hetta er 52% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Skálavíkar kommunu við 12%.



Vøkstur í flestu oyggjum, eisini í fleiri útoyggjum 
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum. Í fleiri av útoyggjunum veksur fólkatalið eisini: Svínoy við 5, Hestoy við 4, Fugloy, Stóra Dímun og Mykines við einum, meðan fólkatalið minkar í Kalsoy við 5, Nólsoy við 3 og Skúvoy við 1 fólki.

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.