Heildarveitingin økir um yvirskotið á rakstrarflytingum millum Føroyar og útlond

Úrslitið av rakstrarflytingum millum Føroyar og umheimin er eitt avlop á 834 mill. kr. Hetta eru 72 mió. kr. fleiri enn í 2014, ein vøkstur á 5%. Árini 2007 og 2011 vóru sermerkt av óvanliga stórum skaðaendurgjøldum frá útlendskum endurtryggjarum. Yvirhøvur kann sigast at gongdin er rættiliga reglubundin, við tað at rakstrarflytingarnar eru javnt stórar ár um ár, og størsta einstaka veitingin er heildarveitingin úr danska statskassanum.

Henda fjórða greinin um gjaldsjavnan snýr seg um partin við rakstrarflytingum, ið er uppgerð av veitingum til og úr útlondum, har onki beinleiðis arbeiði ella annað avrik liggur til grund, so sum ríkisveitingar, pensiónir og endurtryggingargjøld.


Tølini í talvuni omanfyri eru samanløgd tøl frá uppgerðini av rakstrarflytingum “Landið” og rakstrarflytingar “Annað”. 

Rakstrarflytingar “Landið” umfatar løn og eftirløn frá Ríkisfyrisitingini, heildarveiting, játtan til sjúklingahotellið Tórshavn, yvirskot frá Danska Tjóðbankanum og endurgjøld. Av samlaða avlopinum eigur landið umleið 95%, meðan tey seinastu 5% stava frá rakstrarflytingum “Annað”. Hetta lutfall var70/30  í 2011 sum ein avleiðing av skaðaendurgjøldum frá útlendskum endurtryggjarum.

Meðan inntøkurnar hava verið støðugar við umleið 800 mill. kr. um árið, harav tær umleið 620 – 640 mill. kr. er heildarveitingin, so eru útreiðslurnar sera lágar. Her er talan bert um eina árliga útreiðslu, sum er rakstrarkostnaðurin av sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.

Rakstrarflytingar “Annað” er fyrst og fremst tryggingartænastur, pensiónir, pensiónsinngjøld og –útgjøld, kríggspensiónir og heiðursgávur. Av hesum eru tað ávikavist tryggingartænastur og pensiónir, sum mynda útreiðslurnar, meðan tað á inntøkusíðuni eru pensiónsútgjald og endurtryggingar frá tíð til aðra.

Inntøkurnar stava fyrst og fremst frá kríggspensión og heiðursgávur frá danska statinum. Umframt tryggingartænasta og onnur pensjónsútgjøld til føroyingar í Føroyum. Úreiðslurnar eru hinvegin fyri tað mesta pensiónsinngjøld og tryggingartænasta.Tann størsti einstaki posturin er vanliga pensiónsinngjøld og –útgjøld. Tað er bert tey árini, tá ið endurgjald frá endurtryggjarum eru serliga stór, at hetta ikki er so.

 

Hesi tøl og onnur útgreinaði tøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

(Mynd: LS.fo)

---

Tak video-grafikk niður her