Heildarveiðan í 2016 áleið sum í 2015 - fýra fimtingar eru uppsjóvarfiskur

Í 2016 fiskaðu føroysk skip samanlagt 568 túsund tons á øllum leiðum. Tað eru 18 túsund tons minni enn í 2015, tá heildarveiðan varð 586 túsund tons. Í mun til 2015 er tað nøgdin av sild, ið er økt, um 13 túsund tons, meðan størsta minkingin var í veiðuni eftir lodnu, góð 21 túsund tons, og makreli um 12 túsund tons.  

Heildarveiðan er øll veiða hjá føroyskum skipum á øllum leiðum. Heildarveiðan verður uppgjørd einaferð um árið í mai mánaði. Heildarveiðan er uppgjørd í livandi vekt.

Heildarveiðan er økt munandi síðani 2012, góð 200 túsund tons, og er á hædd við metárið 2006, tá heildarveiðan var 623 túsund tons. Orsøkin til stóru økingina seinastu fimm árini, eriøgdirnar hesi  einamest uppsjóvarfiskurin og harí serliga nøgdin av svartkjafti, sum er økt seinastu árini – ein øking í nøgd síðan 2013 á leið 200 túsund tons.

Størsti parturin av heildarveiðuni, 279 túsund tons, varð fiskaður í føroyskum øki, sum er ICES øki Vb1b og Vb2. Tað er føroyski landgrunnurin og Føroya banki. Havast skal í huga, at heildarveiðan verður gjørd upp eftir ICES økjum (sí kort yvir ICES-økini niðast). Føroyskt sjóøki er eisini í ICES IIa, Iva og Va. Harafturat verður nakað av veiðuni á Hatton Bank og í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum roknað at verða veitt í føroyskum øki.

Av hesum 279 túsund tonsunum í føroyskum øki taldi svartkjaftur um 189 túsund tons, upsi 30 túsund tons og sild um 11 túsund tons.

Næst størsta fiskileið hjá føroyingum í 2016 var ICES øki IIa1 og IIa2 (Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið), har góð 130 túsund tons vóru fiskað, harav góð 53 túsund tons vóru makrelur og góð 43 túsund tons sild.

Um fýra fimtingar av heildarveiðuni í 2016 eru uppsjóvarfiskur. Av hesum er svartkjaftur við góðum 282 túsund tonsum nógv tann størsti parturin. 

Botnfiskasløgini telja áleið 15 prosent av heildarveiðuni, og er toskur um 37 túsund tons og upsi góð 32 túsund tons størsti parturin av hesum.


Av heildarveiðuni hevur fiskiskapurin eftir toski, hýsu og upsa verið støðugur seinnu árini.

Verið farið nøkur ár aftur í tíð, so er nøgdin minkað fyri hesi fiskasløg. Toskurin er eittnú minkaður síðani 2003, frá 58 túsund tonsum niður í 37 túsund tons í 2016. Hýsunøgdin er hesa tíðina minkað heilt úr 30 túsund tonsum niður í góð 7 túsund tons.

Tað er í føroyskum øki, at fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður mest. Nógv tann størsti parturin av toskinum verður nú fiskaður eystanfyri í Barentshavinum. Upsafiskiskapurin er nærum einans á føroyskum øki og var heilt góður árini 2005-2009 – nærum 70 túsund tons í meðal hesi árini. Seinastu fimm árini hevur upsaveiðan í meðal verið um 30 túsund tons.

Av tí at upplýsningar ikki eru tøkir um virðið á øllum tí partinum av heildarveiðuni, ið er uttan fyri avreiðingarskipanina, ber ikki til at gera landingarvirðið av samlaðu heildarveiðuni upp.

Heildarveiðan er dagførd í hagtalsgrunninum her. Har eru meira útgreinaðir upplýsningar á ár, fiskaslag og fiskileiðir.

Viðmerking: Heildarveiðan er uppgjørd í livandi vekt.