Innflutningurin vaksin við einum fjórðingi

Innflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár var 1,85 mia. kr. Tað er 24% meir enn sama tíðarskeið í fjør. Um vit ikki telja skip og flogfør við, var vøksturin 17%.

Tað er serliga vøkstur í innflutningi í skipum, men vit hava eisini innflutt meir av brennievni.

Vit hava innflutt meir av rávøru til fiskavirking, vøksturin er 65% ella góðar 50 mió. kr.

Seinastu árini er innflutningurin av byggitilfari vaksin nógv, men fyrsta ársfjórðing í ár er ein lítil minking. Innflutningurin av akførum er eisini vaksin nógv seinastu árini, og har er framvegis stórur vøkstur.

Dagførd og útgreinað hagtøl um innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.