Lívsævin longd munandi bæði hjá kvinnum og monnum

Roknað frá lívsbyrjan er lívsævin hjá kvinnum nú í miðal 84,7 ár og hjá monnum 79,9 ár. Sostatt kann ein kvinna í miðal vænta at liva næstan 5 ár longri enn ein maður.

Bæði hjá kvinnum og monnum er lívsævin longd munandi tey síðstu nógvu árini.

Samanbera vit við støðuna í 1985/86, t.v.s. fyri tríati árum síðani, so er miðal lívsævin hjá kvinnum nú longd við 5,9 árum og hjá monnum við 8 árum. Munurin millum kvinnur og menn í lívsævi, sum tá var út við 7 ár, er í hesum tíðarskeiði minkaður niður í knappliga 5 ár.

Lívsævi frá lívsbyrjan
Lívsævin verður eisini kallað væntaður livialdur, og er tey ár, menn og kvinnur í miðal kunnu vænta at liva, roknað út frá tí deyðatíttleika, sum í uppgerðarárinum er fyri fólk í einstøku aldursbólkunum frá nýføddum upp til tey elstu.

Lívsævi verður oftast roknað frá lívsbyrjan, t.v.s. tey ár, ein nýføddur drongur ella nýfødd genta í miðal kunnu vænta at liva. Hetta sæst í myndini omanfyri og eisini í vinstru síðu í talvuni ovast.

Eftirverandi livialdur frá 65 árum
Men lívsævi kann eisini roknast sum eftirverandi livialdur, t.v.s. tey ár, ein maður ella kvinna í t.d. 50 ella 65 ára aldri í miðal kunnu vænta at hava eftir at liva. Er man komin upp í slíkan aldur, er man komin um nógvar vandar, sum kunnu vera í barna- og ungdómsárum. Og tí leggjast nøkur ár aftrat tí lívsævini, sum annars er fyri ein nýføddan.

Hetta sæst í myndini niðanfyri og eisini í høgru síðu í talvuni ovast. Her síggja vit, at ein 65 ára gamal maður í miðal kann vænta at hava 18,8 liviár eftir. T.v.s. ein væntað lívsævi tilsamans á  83,8 ár (65+18,8 ár). Tað er munandi longri enn væntaða lívsævin fyri ein nýføddan drong, ið er roknað til 79,9 ár.  

Somuleiðis kann ein 65 ára gomul kvinna í miðal vænta at hava 22 ár. T.v.s. ein væntað lívsævi á 87 ár (65+22 ár). Tað er eisini munandi longri enn hjá einari nýføddan gentu, ið er roknað til 84,7 ár. 

 

Lívsævi í 45 europeiskum londum
Um vit samanbera lívsævi í Føroyum við 45 ymisk lond í Europa, so liggja bæði mannfólk og konufólk ovarliga, serliga konufólkini.

Hjá mannfólki er longsta lívsævin í Íslandi við 81,2 árum. Noreg er á 4. plássi við 80,5 árum og Svøríki á 5. plássi við 80,4. Føroysku mannfólkini koma á 9. plássi við 79,9 árum, so munurin er ikki stórur her í oddinum. Danmark er á 17. plássi við 78,8 árum.

Lægsta lívsævi hjá mannfólki er í Ruslandi við 65,6 árum, og hini londini í niðasta endanum eru sum heild eystureuropeisku londini.


Hjá konufólki er longsta lívsævin í Spania við 85,8 árum, og onnur suður- og miðeuropeisk lond sum Frakland, Sveis,Italia og Luxemburg er eisini í oddinum.

Føroyar komu so á 6. plássi við 84,7 árum, og hava føroysku konufólkini sostatt longsta lívsævi í Norðurlondum. Finland er á 8. plássi við 84,4 árum, Noreg á 10. plássi við 84,2, Svøríki á 11. plássi við 84,1, Ísland á 14. plássi við 83,8 og Danmark á 24. plássi við 82,7 árum.

Lægsta lívsævin hjá konufólki er eins og hjá monnum í Ruslandi við 76,6 árum. Tað er tó nógv minni munur í livialdri millum konufólk í europeisku londunum, enn hjá mannfólki. Frá Ruslandi niðast til Spania ovast eru gott 9 liviár á muni hjá konufólki, meðan tað monnum eru knappliga 16 liviár á muni millum Rusland niðast og Ísland ovast.

Útgreinað hagtøl um lívsævi í Føroyum eru finna í hagtalsgrunninum her.

(Rættað 26.05.2017)