Táttar í 26.000 løntakarar

Í februar vóru 25.940 løntakarar, árstíðarjavnað. Tað hava nú verið støðugt fleiri løntakarar níggju mánaðir í slag. Síðan mai 2016 eru 726 fleiri løntakarir komnir aftrat. 

Sjálvt um tað hevur verið stór tilgongd av løntakarum seinastu tíðina, er tað framvegis so, at tað enn manglar eitt sindur í at fara uppum 26.000 løntakarar. Tað hevur bara einaferð verið yvir 26.000 løntakarar, eitt stutt tíðarskeið á vári 2008, tá løntakarnir vóru 26.033, tað mesta nakrantíð. Við verandi gongd er tað tó ikki longi til, at vit aftur kunnu boða frá methøgum løntakaratalið.

 

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

---

Video-grafikkur kann takast niður her