Inntøkubýti og fátækraváði í 2015

Við nýggju inntøkuuppgerðini, ið fevnir um árið 2015, setur Hagstovan sjeynda árið  á rað ljós á inntøkuviðurskiftini hjá føroyingum við hagtalsmátum eftir altjóða leisti.

Við hesum mátum fæst ein mynd av nýtslumøguleikunum hjá einstaka føroyinginum. Eitt nú verður sett tal á, hvussu nógv eru undir ávísum inntøkumarki. Eisini siga mátini okkum, hvussu javnt ella ójavnt býtið í nýtslumøguleikum er millum fólkið í landinum.

Høvuðsniðurstøður um Inntøkubýtið og fátækraváði kunnu lesast í samanfatandi grein á temasíðuni Talt og Hagreitt / Inntøkubýti og fátækraváði

Umframt at hesi viðurskifti eru lýst í 9 greinum, sum allar kunnu lesast á temasíðuni:

Á temasíðuni eru eisini nærri frágreiðingar um øll tey hugtøk, sum verða brúkt at lýsa inntøkuviðurskiftini, sí her.

Útgreinaði hagtøl eru í hagtalsgrunninum