Vit eru tey mest arbeiðsvirknu í Europa

Samanbera vit vinnutíttleikan í Føroyum við hini londini í Europa, er hann størstur í Føroyum, tá bæði kyn verða tikin saman, við 85%. T.v.s., at arbeiðsfjøldin í Føroyum í aldrinum frá 15 til og við 74 ár er 85% av fólkatalinum í sama aldursbólki.

Næst eftir Føroyum kemur Ísland við 83%. Síðan er eitt lop niður til Sveis við77% og Svøríki við 72%. Danmark er á 7. plássi við 70%. Fyri E.S. tilsamans er vinnutíttleikin 65%. Niðast eru Croatia, Italia og Turkaland við ávikavist 57 og 54%.

 

Tá býtt verður á kyn, er vinnutíttleikin javnt størstur hjá mannfólki í Føroyum og Íslandi við 87%. Síðani Sveis við 82% og eitt langt lop niður til øll hini londini, ið liggja millum 75 og 63%. Fyri alt E.S. er hann 70%.

Hjá konufólki er vinnutíttleikin nógv størstur í Føroyum við 83%. Síðan íslendsku konufólkini við 79%, eitt lop niður til Sveis við 72% og síðani øll hini londini frá 69% (Svøríki) til Macedonia við 46% og niðast Turkaland við bara 34%.

Minsti munurin millum vinnutíttleikan hjá mannfólki og konufólki er í Føroyum, áikavist 87 og 83%. Fyri E.S. er tað ávikavist 70 og 59%, og fyri Turkaland við størsta muninum, ávikavist 74 og 34%.

 


Dagførd og útgreinað hagtøl um føroysku arbeiðsfjøldina eru at finna í hagtalsgrunninum her.