Brúkaraprísirnir eru farnir 1,3 prosent upp seinasta árið

Annan ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 1,3 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað meira enn fyrsta ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 1,2 prosent. Hetta er eisini mesti árligi prísvøkstur síðan fjórða ársfjórðing í 2012.
Seinasta árið eru prísirnir uppfarnir í øllum høvuðsbólkum uttan í bólkunum klædnavørur og fótbúnaður, innbúgv, húsbúnaður o.l. og ymiskar vørur og tænastur. Prísirnir á brennievni eru hækkaðir mest og hava eisini mestu ávirkanina á brúkaraprístalið samanlagt. Brennioljan til húsarhald er farin 19,2 prosent upp. Harafturímóti er ravmagn lækkað 3,1 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 4,3 prosent seinasta árið.
Prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir 10 prosent, og samanlagt er flutningur hækkaður 3,1 prosent.
Árligi prísvøksturin á matvørum var 0,3 prosent annan ársfjórðing, samanborið við 0,6 prosent fyrsta ársfjórðing.
Mesta príslækking seinasta árið hevur verið í nýtslubólkunum klædnavørur og fótbúnaður og ymiskar vørur og tænastur.


0,5 prosent upp seinasta ársfjórðingin

Frá fyrsta ársfjórðingi til annan ársfjórðing hækkaði brúkaraprístalið 0,5 prosent.
Mesti prísvøkstur seinasta ársfjórðingin hevur verið í bólkunum innbúgv, húsbúnaður o.l., 1,9 prosent, og rúsdrekka og tubbak, 1,1 prosent. Matvøruprísirnir fóru 0,2 prosent niður seinasta ársfjórðing.
Brúkaraprístalið annan ársfjórðing var 118,1 samanborið við 117,5 fyrsta ársfjórðing. Annan ársfjórðing í fjør var brúkaraprístalið 116,6.

Dagførd og útgreinaði hagtøl um prístalið eru at finna í hagtalsgrunninum.