Fólkatalið 1. juni 2017 var 50.142

Fólkatalið 1. juni 2017 var 50.142. Tað eru 740 fólk fleiri enn 1. juni í fjør. Hetta kemur av einum burðaravlopi á 279, ið er munurin millum fødd og deyð, og eini nettoflyting á 461, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting millum Føroyar og útlond.

Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið nú 28 størri, nettoflytingin 120 størri, og sostatt er fólkavøksturin 148 fólk størri hetta 12-mánaðarskeiðið enn tað undanfarna.

 

Dagførd og útgreinað hagtøl um fólkatalið eru at finna í hagtalsgrunninum her.