Størsti vøksturin 1. ársfj. 2017 var í búnýti og innbúgv

Umsetningurin av “Búnýti og innbúgv” vaks við 9,5% í 1. ársfj. 2017 í mun til sama ársfjórðing í fjør, roknað í ársins prísum. Roknað í føstum prísum var vøksturin 14,3%.  
Fyri bólkin “Matur og alkoholfríar drykkjuvørur”, vaks sølan við 5,2% í ársins prísum og 3,6% í føstum prísum. Sølan av "Klædnavørur og fótbúnað" vaks við 6,9% í ársins prísum og 6,7% í føstum prísum samanborið við 1. ársfj. 2016.

Dagførd og útgreinað hagtøl um umsetningin í smásøluni eru at finna í hagtalsgrunninum