Nýggj meting um búskaparstøðu og –útlit er nú tøk

Hagstovan hevur fyrr í summar gjørt upp bruttotjóðarúrtøku og virðisøking í ársins prísum fyri 2014 og 2015, og nú hava Búskaparráðið og Hagstovan við betraðum grundarlagið í felag mett um búskapargongd og –útlit fyri árini 2016, 2017 og 2018. Fyri 2017 og 2018 verður vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum framroknaður til ávikavist 6,0% og 4,1%. Hetta merkir, at vit í ár sannlíkt hava nøkulunda sama vøkstur í mun til gongdina seinastu 3 árini, men at útlit eru til minni, hóast enn lutfalsliga stóran, vøkstur í 2018.

Higartil áleið sama nøgd av botnfiski sum í fjør

Avreiðingarnar av botnfiski eru áleið tær somu fyrstu 7 mánaðirnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Nakað tað sama er avreitt av hýsu, 7% minni av toski, meðan nøgdin av upsa er vaksin 16%. Avreiðingarvirðið er tilsamans eitt vet lakari enn í fjør. Sjálvt um nakað væl meira er avreitt av upsa í ár, er virðið minkað 11% samaborið við í fjør.

Síður