Innflutningurin vaks 12% fyrra hálvár

Vit hava innflutt fyri 12% meira fyrra hálvár í ár, samanborið við í fjør. Tað eru 378 mió. kr. meir enn í fjør.

Vit hava brúkt helvtina meir upp á brennievni, samanborið við í fjør, og er tað serliga oljuprísurin, sum er orsøkin til tað. Eisini er tað innflutt munandi meira av bilum. Har er vøksturin 36% ella 74 mió. kr.

Til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er vøksturin 6%. Har er tað serliga tær hálvdrúgvu (t.d. klæðir) og drúgvu (t.d. búnýti) nýtsluvørurnar, sum vit hava keypt meiri av, meðan vøksturin av mat- og drekkivørum er 3%.

Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna og av maskinum og amboðum er minkaður í ár, samanborið við fyrra hálvár í fjør.

Her kann viðmerkjast at innflutningurin av hesum vørum var óvanliga høgur í fjør, so hóast tað minkar í ár, er framvegis talan um, at innflutningurin av byggitilfari og maskinum og amboðum er høgur, samanborið við árini frammanundan.

Dagførd og útgreinað hagtøl um innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.