Lønirnar farnar úr 700 upp í 750 milliónir mánaðarliga

Í juli vóru lønargjaldingarnar, árstíðarjavnað, 748 milliónir kr. Í 2016 vóru lønirnar um 700 milliónir hvønn mánað, men frá september í fjør til í dag hava lønirnar so líðandi klintrað uppeftir og eru nú 750 milliónir um mánaðin. Mesta ferðin í vøkstrinum var um árskifti, og í løtuni er vøksturin við at javna seg.


Privatar tænastuvinnur fingið ferð á vøksturin
Verður hugt eftir trendinum í høvuðsvinnubólkum (sí myndina niðanfyri), sæst, at tað er framgongd í øllum høvuðsvinnubólkum. Í fiski- og alivinnu sæst tó, at ferðin er ikki eins stór nú, sum hon var um ársskiftið. Í byggivinnuni hevur verið stórur vøkstur út í eitt síðan 2013, og hevur tað tí í yvir fýra ár nú verið stórur vøkstur. Tænastuvinnurnar hava havt javnan og lágan vøkstur, men í seinastuni er verulig ferð komin á privatu tænastuvinnurnar. Í løtuni er vøksturin í lønunum í privatu tænastuvinnunum eins stórur sum í byggivinnuni. Almennar tænastur hava framvegis javnan og lágan vøkstur.

Tað er ymiskt hvat støddin er á ymsu høvuðsvinnubólkunum. Eitt nú er byggivinna tann minsti bólkurin, og tí munar tað ikki eins nógv í samlaða vøkstrinum, at byggivinnan hevur nógva ferð Hinvegin eru privatu tænastuvinnurnar stórar, og tað er orsøkin til at ársins vøkstur tilsamans er so stórur.

Legg til merkis: myndin omanfyri  vísir ikki støddina á vinnugreinunum men ta ymisku ferðina, sum er í trendinum fyri hesar vinnugreinar, ið allar vóru settar til 100 1. jan. 2010

 

Triðja árið á rað við stórur vøkstri
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið  við sama tíðarskeið árini frammanundan.

Higartil í ár eru lønirnar 5.126 milliónir, 289 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 6,0%. Hetta er triðja árið á rað, at vøksturin fyrstu sjey mánaðirnar er 6% ella meir. Gongdin ger, at lønirnar seinastu trý árini, síðan 2014, eru vaksnar 20%.

Byggivinna o.o. tilvirking er tann minsta av høvuðsvinnugreinunum, men higartil í ár hevur byggivinnan havt størsta vøksturin. Fram til juli í ár vóru útgoldnar 711 milliónir í lønum, 78 fleiri enn í fjør. Vøksturin er 12,4%.

Privatu tænastuvinnurnar hava higartil í ár havt trivaligan vøkstur. Fram til juli vóru lønirnar í privatu tænastuvinnunum 1.614 milliónir, 95 fleiri enn í fjør. Vøksturin er 6,2%. Tænastuvinnurnar hava eina væl róligari gongd enn framleiðsluvinnurnar, so nú vøksturin í teim privatu tænastuvinnunum er yvir 6% er hetta talan um góðan vøkstur.



Lønirnar í alivinnuni vaksnar ein fjórðing
Lønirnar skipaðar í vinnugreinar vísa, at higartil í ár er meira útgoldið í flestu vinnugreinum, men nakrar vinnugreinar hava afturgongd, millum annað fiskiskapur.

Alivinnan hevur í ár havt eina sera stóra framgongd. Higartil í ár eru útgoldnar 224 milliónir, 45 fleiri enn í fjør, og framgongdin er 25%. Alivinnan er vaksin nógv síðan kreppuna í alivinnuni í 2006, og í níggju av ellivu árum hevur vøksturin verið yvir 10%. Tað er tó framvegis ein sera stórur vøkstur alivinnan hevur í ár, tá hugsað verður um, at virksemið hevur verið stórt í fleiri ár.

Privatu tænastuvinnurnar eru meira hóvligar í vøkstrinum. Einans gistihús- og matstovuvirki hevur eina framgongd yvir 10% í ár, men annars er vøksturin í privatu tænastuvinnunum millum 6 og 10%. Størsta privata tænastuvinnan, handil og umvæling, veksur 6%, meðan vinnuligar tænastur (løgfrøði, grannskoðan, ráðgeving o.l.) saman við fígging og trygging vaksa góð 9%.

Higartil í ár hava hýrurnar verið eitt vet minni enn í fjør, men árini undan hesum var vøksturin sera stórur, so tað er ein minking frá einum høgum toppi.

 

Dagførd og útgreinað hagtøl um lønargjaldingarnar eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her: