Nýggj meting um búskaparstøðu og –útlit er nú tøk

Fyri árini 2016, 2017 og 2018 er viðgerðin hjá Búskaparráðnum og Hagstovuni komin til, at vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum verður framroknaður til ávikavist 6,8%, 6,0% og 4,1%.

Í høvuðsheitum eru útlit til, at tilfeingisvinnurnar og teirra lutfalsliga stóra ískoyti til vøksturin seinnu árini verður nakað minni í ár og komandi ár í mun til undanfarnu 4 árini, meðan privatar tænastuvinnur, byggivinnan og aðrar framleiðsluvinnur, sum í størstan mun verða ávirkaðar av innlendska eftirspurninginum, koma væntandi at eiga størri lut í vøkstrinum í ár og komandi ár.

Framleiðslan hjá tilfeingisvinnum fer í størstan mun av landinum. Fortreytirnar fyri útflutningin geva sum úrslit, at vakstrarískoytið frá útlendskum eftirspurningi er framvegis lutfalsliga stórt, men tó minni í 2018. Privata nýtslan er vaksandi tí tøka inntøkan veksur við samlaða vøkstrinum, men mett verður, at húsarhaldini í 2018 í enn størri mun hava hug at nýta størri part av hesari eyka inntøku til nýtslu. Byggivirksemið er lutfalsliga stórt, og privatu íløgurnar eru eisini ásettar at vaksa í mun til samlaðu framleiðsluna. Samanumtikið kann vøksturin í ár, og í enn størri mun komandi ár, tengjast at vøkstri í innlendskum eftirspurningi og í minni mun frá útlandinum.

Samlaða framleiðsluvirði er samansett av tilfarsnýtslu, øðrum framleiðsluskattum (netto), útreiðslum til lønir og atknýttum gjøldum og bruttorakstraravlopi. Søguliga lutfallið millum hesi viðurskifti er, saman við mánaðarligu lønarútgjaldingunum býttar á vinnugreinir úr samtíðarskattakskipanini, ein týðandi fortreyt fyri framrokningina av virðisøkingini fyri tey árini, ið mánaðarligu lønarhagtølini eru tøk. Fyri í ár eru hesi lønarhagtølini tøk fyri meira enn helmingin av árinum. Ein eftirviðgerð av hesum tølum gevur greiða ábending um gongdina fyri einstakar vinnur í ár og er stýrandi fyri støddina av virðisøkingini. Tá virðisøkingin er roknað frá framleiðslusíðuni, verða eftirspurnar-/útreiðslupartarnir av BTÚ (nýtsla, íløga og nettoútflutningur) mettir sambært teimum indikatorum, sum eru savnaðir við greiningum av taltilfari og samrøðum við umboð fyri vinnur og stovnar, ið hava góðan varhuga av, hvat ið gongur fyri seg í føroyska búskapinum.

Framrokningin er at finna í talvum í hagtalsgrunninum og frágreiðingin hjá Búskaparráðunum kann heintast av netinum.