Talið av løntakarum ájavnt við tað mesta nakrantíð

Í mai vóru 26.029 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta eru 300 fleiri enn tað vóru um ársskiftið. Tað hevur verið javnur vøkstur í trý og eitt hálvt ár, og nú bragdaði at tað vóru eins nógvir løntakarar í mai í ár, sum tað var í apríl 2008, tá tað vóru flestir løntakarar nakrantíð. Sum gongdin er nú, kann væntast, at tað leggjast fleiri løntakarar til komandi tíðina, og harvið verða tað yvir 26.000 løntakarar restina av árinum.

Tað var í apríl 2008, at flestir løntakarar vóru skrásettir. Næstu trý árini var stór afturgongd, og fóru 2.500 fólk úr vinnu. Síðani gingu aftur trý ár, har talið av løntakarum stóð í stað, og ikki fyrrenn í 2014 byrjaði gongdin við vøkstri, sum í dag ger, at talið av løntakarum er tað sama sum í apríl 2008.

Vøruframleiðsla stóra framgongd, tænasturnar lítla framgongd

Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnað, og tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri.

Í mai í ár vóru 26.038 løntakarar, 841 fleiri enn árið fyri. Vøksturin er 3,3%. Tað er serliga í vøruframleiðsluni, at fleiri løntakarar eru. Í byggivinnuni vóru tað 3.822 løntakarar í mai, 288 fleiri enn fyri einum ári síðani. Framgongdin er 8,1%. Tað vóru 4.160, sum arbeiddu í fiski- og alivinnuni í mai, 197 fleiri enn fyri einum ári síðani. Framgongdin er 5%.

Næstan 70% av løntakarunum arbeiða í tænastuvinnum, og er vøksturin nógv sáttligari har. Tað eru tilsamans 350 fleiri løntakarar í tænastuvinnunum nú enn um somu tí í fjør.  Hetta er ein vøkstur upp á umleið 2%.

Sama tal av løntakarum, men ikki sama býti

Um ein samanber mai 2008 við mai 2017, tá tað at kalla eru eins nógvir løntakarar, so sæst, at hesi níggju árini eru týðandi broytingar hendar á arbeiðsmarknaðinum.

Í mai 2017 vóru 26.038 løntakarar, 117 fleiri enn í mai 2008. Men tað er bara í høvuðsvinnubólkinum almenn fyrisiting og tænasta at fleiri løntakarar eru. Í mai 2017 vóru 9.412 løntakarar í almennari tænastu, meðan tað níggju ár frammanundan vóru 8.682. Tað vil siga, at tað nú eru 730 fleiri í almennari tænastu, sum svarar til ein vøkstur upp á 8,4%.

Í fiski- og alivinnuni er nærum tíggjundi hvør løntakari burtur. Tað vóru 4.578 løntakarar í mai 2008 og níggju ár seinni var tað tódnað niður í 4.160. Tað eru 418 færri, sum svarar til eina minking upp á 9,1%.

Byggivinna o.o. tilvirking eins og privatar tænastuvinnur hava eini 100 færri løntakarar nú enn fyri níggju árum síðani.


Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.